Bíbliuskeið umborð á Norrønu

Ein annarleiðis Norrøna-ferð. Smyril Line gongur nýggjar leiðir. Nú verður boðið til bíbliuskeið umborð á Norrønu á túrinum til Seyðisfjarðar mánadagin 31. mai til hósdagin 03. juni. Samskiparar eru Poul Jóhan Djurhuus og Páll á Lakjuni



Teir hava áður verið við til at skipað fyri bíbliuskeiðum á hotellum og í samkomum, og enntá umborð á Gomlu Norrønu meðni hon lá inni við Hulk - men at skipa fyri skeiðum, meðni siglt verður, hava teir ikki roynt áður. Hesar umstøðurnar lata upp fyri møguleikum, sum annars ikki eru til staðar, og hetta er ein spennandi avbjóðing. Samskipararnir vóna, at nógv fólk eisini meina, at hetta er eitt spennandi tiltak og heita á fólk um at koma við á eina annarleiðis Norrøna-ferð.

Farið verður av Havnini mánadagin 31. mai kl.14.00. Táið fólkið hevur notið eina góða máltíð, annaðhvørt á bufféini ella á cafeteria, so verður boðið til fyrsta bíbliutíman kl.19.30. Teir, sum hava bíbliutímarnar verða Hjørleif Vang úr Kaldbak, Rógvi Joensen úr Klaksvík, Svenning av Lofti úr Havn, Páll á Lakjuni úr Fuglafirði og Poul Jóhan Djurhuus av Glyvrum. Tað verða seks bíbliutímar í alt.

Evnir

Evnini verða ymisk, sum t.d. hjúnabandið, familjan og tríggjar minniligar sjóferðir. Eisini verða onnur evnir á skránni. Luttakarnir verða trý kvøld umborð á Norrønu og hesi kvøldini verður skipað fyri kvøldsetum. Mánakvøldið og mikukvøldið verður skipað fyri sangløtu. Týskvøldið kl.21.00 verður kvøldseta, har Svenning av Lofti kemur at hava søgur um ymiskar andaligar sangir, og okkurt, sum minnir um væl umtóktu sendingarnar “á Torginum.”

Tíðliga týsmorgunin verður siglt ígjøgnum stórsligna Seyðisfjørðin, og fellur tað á ein sólríkan stillan morgun, sum góður møguleiki er fyri, so verður tað ein stórsligin og sera vakur siglitúrur, við teimum høgu og sermerktu Íslensku fjøllunum til báðar síður. Inni í botninum liggur Seyðisfjørður, har komið verður til bryggju kl.09.00. Norrøna kemur at liggja á Seyðisfirði bæði týsdagin og mikudagin. Luttakarnir koma at búgva umborð meðni skipið liggur við bryggju. Farið verður av Seyðisfirði mikukvøldið kl.20.00

Útferð

Týsmorgunin kl.10.00 er næsti bíbliutími, og eftir døgurða verður útferð gjørd til Mývatn við føroyskum bussi, sum er við á ferðini. Mývatn hevur nógv at bjóða ferðafólkum. Fyri 6 árum síðani opnaði 5000 m2 stóra Lagoonin, sum er eitt uttandura náttúru baðistað. Vatni hevur ein støguðan hita, sum liggur millum 36 og 40 stig. Baðistaðið er eitt av teim stóru ferðafólkamálunum í Íslandi. Møguleiki verður undir útferðini at vitja Lagoonina við Mývatn. Meðan vit eru við Mývatn verður bjóðað til eina máltíð. Útferðin og máltíðin er írokna ferðakostnaðin. Kl. 21.00 verður kvøldseta umborð, har vit m.a. fara at hoyra um ymiskar søgur aftanfyri sangir, sum vit kenna frá møtum og Gudstænastum.

Norrøna liggur við bryggju á Seyðisfirði allan mikudagin. Tveir bíbliutímar verða fyrrapartin. Seinnapartin verður møguleiki at halda frí ella fara eina útferð til Egilstaðir, sum ikki liggur so langt frá Seyðisfirði. Egilstaðir hevur uml 2000 íbúgvar. Hendan útferðin er eisini íroknað ferðakostnaðin. Kl.20.00 verður lagt frá landi, og meðan siglt verður út gjøgnum náttúruríka Seyðisfjørðin, verður aftur sangløta umborð.

Meðan siglt verður heim verða tveir bíbliutímar fyrrapartin, og kl.15.00 verður lagt til bryggju í Tórshavn. Vónandi hava luttakarnir tá havt eina minniliga og annarleiðs Norrøna-ferð millum Føroyar og Ísland, har borðreitt varð bæði til sálar og likams.
Samskiparnir vilja fegin sláa fast, at ferðin er ikki ætlað ávísum aldursbólkum ella ávísum trúarbólki, men samskiparnir vilja fegin síggja fólk í øllum aldri og frá øllum samkomum og kirkjum – øll eru hjartaliga vælkomin at vera við – eisini tey, sum ikki ganga á møti ella kirkju.

Ferðin kostar 1995,00 krónur. Tá er íroknað: Sigling Tórshavn – Seyðisfjørður og aftur í 4-koyggjukamari uttan vindeyga. Útferð til Mývatn við einari máltíð, og útferð til Egilstaðir, tó ikki við mátíð. Máltíðir umborð eru ikki við í ferðakostnaðinum.

Tilmelding og kunning um ferðina: martinj@smyril-line.fo ella á telefon 215909 Eisini er møguleiki at seta seg í samband við Poul Jóhan Djurhuus, t-post: gjaranes@olivant.fo ella tlf: 228314. Seinasta freist at melda til er 15. apríl.