Bíbilskur liviháttur skal ikki ásetast við lóg

- Myndugleikar skulu geva fólk møguleikan at trúgva og liva eftir egnari sannføring, sigur Ruth Vang

Ruth Vang er ein av fleiri politikarum, sum hava staðið fyri skotum í málinum um skrásett parlag. Hon tekur undir við, at samkynd kunnu ganga saman í hjúnaband, og tað halda summi er í andsøgn við hennara bakgrund í kristnari samkomu.

- Hetta er eitt ógvusligt mál, og tú ávirkast av tí. Tað liggur nógvur autoritetur í, at mann sigur seg umboða Várharra í politikki, sum nøkur fólk gera, men tað býður mær nógv ímóti. Hetta við at ”Gud og eg eru samdir, tí skalt tú boyggja teg fyri míni hugsan” er jú misbrúkt ígjøgnum øldir, sigur Ruth Vang við Sosialin í dag.

- Tað ber til at vera fyri, at samkynd fáa borgarlig rættindi sum øll onnur, hóast mann kann halda, at samkynd hjúnaband er skeivt sambært Bíbliuni. Vit skulu rúma hvørjum øðrum, og tað er ikki neyðugt, at vit fagna hvørjum øðrum fyri tað. Samkynt hjúnaband snýr heilt einfalt um, at symkynd skulu hava nøkur borgarlig rættindi, sigur løgtingskvinnan fyri Framsókn.

Longri samrøða við Ruth Vang kann lesast í Sosialinum, sum kemur út í dag.