Halla Samuelsen, valevni hjá Javnaðarflokkinum
?
Stórur mangul er á íbúðum í Tórshavnar Kommunu. Kommunan eigur at lata byggja íbúðir/kollegiir, so at fólk, ið ganga í skúla ella eru undir útbúgving, kunnu hava møguleika at eiga, ella leiga ein bústað. Eisini er stórur mangul á íbúðum til eldri fólk. Tað eru nógv eldri fólk, sum sita í alt ov stórum húsum, sum tey fegin vildu sloppið av við, um tey høvdu møguleika fyri at flyta inn í eina eigaraíbúð ella leigaða íbúð, um slíkar vóru til taks frá kommununi.
Kommunan eigur at lata byggja slíkar íbúðir/ kollegiir, so tey kundu havt hendan møguleikan.
P.S. Við endan á Jákup Nolsøesgøtu standa rovini av einum betongbygningi, sum einaferð var ætlaður til íbúðir. Hesin er ongantíð blivin liðugur og stendur nú sum ein skomm fyri alt umhvørvið. Um kommunan keypti grundøkið har rovini standa, kundi hon lati byggja íbúðir/ kollegiir har.
Javnaðarflokkurin er greiður yvir støðuna og vit ynskja at gera nakað við hetta, nevnliga at gera bústaðarmøguleik-arnar betri.
Fái eg tín stuðul til Býraðsvalið 9. nov., ert tú við til at gera bústaðarmøguleikarnar betri. So skal eg gera mítt til at hetta mál verð-ur loyst skjótt og væl.









