Tørvur er eisini á, at land, kommunur og vinnan steðga á við verkætlanum, ið ikki hava við íbúðir og sethús at gera.
Ábyrgdin av hesi húsa neyðini liggur nevniliga hjá trimum pørtum: Landinum, kommununum og vinnuni. Allir trýggir partar hava valt, at byggja stórar og stásiligar verkætlanir, sjálvt um fólk standa í bíðirøð í fleiri ár eftir at fáa síni hús bygd.
Um vit vilja byggja hús og heim til fólk, so mugu vit hugsavna okkum um tað. Vit hava ikki óendaliga nógvar húsasmiðir í Føroyum, og vit mugu brúka tað arbeiðsmegina, ið vit hava, rætt. Bara at flyta fleiri og fleiri útlendskar handverkarar til landið, kemur ikki at gagna okkum í longdini, tí vit vita ikki altíð, um kvaliteturin av handverkinum er gott nokk. Og er handverkið ikki gott nokk, so fáa vit brúk fyri enn fleiri handverkarum í framtíðini, at rætta uppá vánaliga kvalitetin.
So, um vit veruliga vilja loysa hesa trupulleikan, so mugu allir umtalaðu partar geva seg eitt vet.
Snak fremur einki; handling ger!
Hvør flytur seg fyrst?
Eg haldi, at landið skal vísa vegin.
Jenus í Trøðini valevni fyri Tjóðveld