Býarmynd í Gundadali letur aftur

Miðstovnurin í Gundadali hevur virkað sum dagstovur fyri børn í aldrinum 5-11 ár síðani august 1986. Tey seinastu árini hava tíðindi gingið um at stovnurin verður niðurlagdur, tí Tórsvøllur skal byggjast út, og tí at frítíðarskúlin flytir inni í Skúlan á Fløtum, tá hann er klárur. Higartil hevur hetta verið leysatíðindi.

 

Men nú er tíðin komin. Virksemið í Gundadali verður niðurlagt og ístaðin verður farið undir nýtt virksemi í Realskúlanum longu 1. apríl.

 

Tann nýggi stovurin, Miðstovurin í Realskúlanum, verður integreraður vøggustova og barnagarður, og skal sostatt rúma øllum børnum í aldrinum 0-7 ár.

 

Ætlanin er, at stovnurin skal vera funktiónsdeildur, t.v.s. at rúmini í húsinum verða innrættað og brúkt til ávís endamál. Sostatt koma børnini ikki at hoyra til ávísar stovur, men heldur at flyta ímillum stovurnar, alt eftir tørvi og áhuga. Hetta kann skipast soleiðis, at námsfrøðingar verða settir til ávís øki, sum teir vara av og í felag skapa teir tryggar og mennandi karmar til børnini.

 

- Tað er við stórum sorgblídni, men tó við tøkk í sinni, at vit siga farvæl við Miðstovnin í Gundadali. Her hevur verið sera gott at verið og serliga okkara vakri og hugnaligi urtagarður hevur verið okkum góður.

 

- Og Gundadalur hevur altíð verið verðurgóður og fullur av lívi. Vit hava brúkt nærumhvørvið sera nógv, Viðarlundina, fótbóltsvallirnar, Gundadalshøllina, FIMI, Svimjihøllina og økið uppi við Svartafoss.

 

- Nú leggja vit á annan bógv, og eru takksom fyri hendan møguleika vit hava fingið. Vit gleða okkum til nýggjar uppgávur og avbjóðingar. Og tað er við stórari gleði, at vit taka ímóti okkara komandi børnum, sigur Asta í Toft, leiðari.

 

Nú virksemið á Miðstovninum í Gundadali steðgar, verður seinasta garðsveitslan hildin. Hetta verður fríggjadagin 9. mars frá kl. 15 til 18. 


Á skránni verður kaffi og køkur og ymiskt undirhald. Øll sum hava hug eru hjartaliga vælkomin. Starvsfólkini á Miðstovninum vóna at síggja øll tey, sum hava haft sín gerandisdag á stovninum.

 

Starvsfólkini takka fyri 32 góð ár í Gundadali og fegnast um nýggjar møguleikar í Realskúlanum.