Fuglafjarðar kommuna søkir í hesum døgum eftir býargartnara sum skal setast í starv nú í summar.
Uppgávurnar hjá hesum fólki verður í fyrsta umfari at hava dagligu leiðsluna á gartnaradeildini og um umsita nýgerð av fríøkjum og viðlíkahaldi av teimum. Viðkomandi skal eisini umsita kirkjugarðarnar í kommununi, spæliplássini og leikvøllin og økið rundan um hann.










