Rakul Dam Lindberg, røktarleiðari á Umhvørvisstovuni sigur, at tey rigga til, tá plantusølan byrjar síðst í apríl.
Samstundis mælir hon fólki til at bíða við planting í havum og gørðum til miðjan apríl, tí at enn er ov kalt í veðrinum. Nýplantað kemur ikki fyri seg, meðan tað enn er so kalt sum nú.










