Bíða ótolnir eftir Bjarna Djurholm

Men nú sær út til, at bíðitíðin er av, tí fyrsti fundurin um arbeiðið at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Eysturoy, verður í næstu viku

Teir, sum hava fyrireikað arbeiðið at gera undirsjóvartunnil ímillum Streymoy og Skálafjørð, eru ótolnir.

Tað, sum teir eru ótolnir eftir, er at fáa veruliga gongd á arbeiðið.

Teir hava bíðað eftir at frætta frá landsstýrismanninum í vinnumálum, so at samráðingar kunnu vera um treytirnar fyri at fara undir tunnilin.

-Vit hava verið til reiðar leingi, so vit eru ótolnir eftir at fáa gongd á, staðfestir Ingi Højgaard, formaður í nevndini fyri Skálafjarðartunnilin

- Men nú er bíðitíðin av, tí nú er greitt, at fyrsti fundurin um Skálafjarðartunnilin verður í næstu viku.


Gongd á

Tað var longu fyrst í árinum, at nevndin fyri Skálafjarðartunnilin handaði Bjarna Djurholm umsókn um at sleppa í holt við arbeiðið at knýta Eysturoy og Streymoy saman við undirsjóvartunli.

Tá lovaði landstýrismaðurin, at hann skuldi ikki liggja á boðunum, men arbeiða skjótt við málinum.

Tað endaði fyribils 30, apríl, tá ið Løgtingið gav honum heimild at taka upp samráðingarnar við tunnilsfelagið um at gera tunnilin.

Síðani hava teir í nevndini sitið ótolnir eftir at frætta aftur.

Hesa tíðina hava tey roynt at gjørt við seg og hava spurt í Vinnumálaráðnum eftir málinum.

Og tað gjørdu teir so fyri eini góðari viku síðani. Tá fekk tunnilsnevndin innbjóðing frá Vinnumálaráðnum um at kom á fund um tunnilin.

Hesin fundurin verður í næstu viku, ella heilt akkurát, hósdagin í næstu viku, tann 5. juli.

Ingi Højgaard sigur, at fundurin í næstu viku er at meta sum ein innleiðandi fundur í eini fundarrøð fyri at vita um tað ber til at finna semju ímillum tunnilsfelagið og Vinnumálaráðið um treytirnar fyri at gera ein undirsjóvartunnil ímillum Skálafjørð og Streymoyarlandið.

- Hesar samráðingarnar skulu vera um loyvistreytirnar fyri at vit kunnu fara undir tunnilin.


Avgerðandi treytir

Ingi Højgaard ímyndar sær, at tað, sum fær serligan týdning fyri tunnilsfelagið er at fáa greiði á, hvørjar treytir Vinnumálaráðið fer at seta til tann fíggjarliga partin.

Í hesum sambandi verður tað avgerðandi fyri, hvussu stórt avkast, Vinnumálaráðið fer at loyva íleggjarunum at fáa, hvussu nógv Vinnumálaráðið fer at leggja seg út, hvat tað skal kosta at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnilin og fyri, hvussu long loyvistíðin verður, til tað almenna skal yvirtaka tunnilin.

- Alt hetta eru spurningar, sum vera avgerðandi fyri áhugan at gera íløgur í ætlanina og sostatt fer tað eisini avgerandi týdning fyri, um tað letur seg gera at fara undir verkætlanina, sigur hann.


Ætlanin kann halda

Tìðarætlanin fyri tunnilin hevur verið, at farast skal undir sjálvt arbeiðið í seinnu helvt næsta ár og at tað skal vera koyrandi á heysti í 2012.

Ingi Højgaard heldur framvegis, at tað ber til at halda hesa tíðarætlanina.

- Er vilji til staðar er eigur tað at bera til at halda hesa tíðarætlanina, sigur nevndarformaðurin.

Hann metir ikki, at samráðingarnar um loyvistreytirnar eru serliga torførar ella fløktar.

- Tosa báðir partar sama mál, eigur tað rættiliga skjótt at bera til at finna útav, um tað ber til at finna semju um loyvistreytirnar, torførari enn so er tað ikki.

- Tí skuldi tað eisini borið til hjá landsstýrismanninum at lagt verklagslóg fyri Løgtingið í heyst, so at arbeiðið kann bjóðast um miðskeiðis næsta ár og so kann arbeiðið so smátt byrjað seint næsta ár.

Hóast Ingi Højgaard ásannar, at teir hava verið ótolnir at frætta aftur frá Vinnumálaráðnum, vil hann ikki siga, at teir hava verið beinleiðis ónøgdir.

Hann ásannar, at Vinnumálaráðið hevur nógv stórmál og tað er sjálvandi ein spurningur um raðfestingar.

Og hann veit ikki, hvørji mál liggja og bíða, so tað er ilt at meta um, Skálafjarðartunnilin er raðfestir nóg frammaniliga.

- Hinvegin er spurningurin um Skálafjarðartunnilin eitt stórmál og tí gangi eg útfrá, at tað verður raðfest rættiliga frammaliga, leggur hann afturat.

Tað bar ikki til at fáa orðið á Bjarna Djurholm, landsstýrismann í vinnnumálum, tí hann er burturstaddur.