Allir útlendingarnir hjá B36 skoraðu mál hjá B36 í gjár, og ein teirra var brasilski Anderson Castilho, sum somuleiðis skeyt fyrsta mál fyri felagið.
- Eg havi bíðað eftir hasum málinum. Eg metti hendan dystin sum ein góðan møguleika at reisa meg eftir at hava spælt heldur vánaligt, og tað gjørdi eg. Tað hevur verið trupult hjá mær, tí B36 spælir heilt øðrvísi enn NSÍ, sigur Anderson.
- Vit vóru allir klárir at spæla í dag, og vit vistu, at bara ein sigur var nøktandi. Vit góvu teimum ongan møguleika, og høvdu bóltin nógv, sigur framherjin.