Kollafjørður: - Fyrr var tað stuttligt at kunna ganga og súkkla í bygdini. Men í dag er hesin stuttleikin ikki til longur. Hann er ístaðin avloystur av ótta!
Soleiðis varð sagt henda dagin í november mánaði 2006, tá fleiri kollfirðingar hittu Heðin Mortensen, borgarstjóra í Havn á máli, fyri at tosa um eitt av teirra hjartamálum: Ferðslutrygdina í heimbygdini.
Nógv varð gjørt burtur úr hesi áheitanini tá, og miðlarnir vístu hesi sjálvsøgdu áheitanini stóran áhuga. Men síðani hevur lítið verið at hoyrt um ferðslutrygdina í Kollafirði, hóast vandin ikki er vorðin minni við tíðini.
Ístaðin sær tann, ið koyrir gjøgnum bygdina at fólk á ein hátt hava tikið málið - ella ferðslulógina - í egnar hendur. Sum ein av myndunum á hesi síðuni vísir sær ein fleiri staðir, at boyur sum verða lagdar eftir vegnum, soleiðis at bilarnir verða noyddir at halda av fyri hvørjum øðrum.
Men veruleikin er framvegis hann, at fólk kenna seg ikki tryggan, tá tey ferðast eftir bygdarvegnum. Og mong foreldur tora haraftrat illa at loyva børnum sínum út at spæla, tí bygdavegurin liggur beint við tún teirra.
- Her er snøgt sagt vorðið ov vandamikið. Og tað kunna vit ikki liva við í framtíðini, søgdu teir fimm stigtakararnar á sinni – Makonny Dickson, Edil Thomsen, Eyfinn Joensen, Femja Hansen og áðurnevnda Una Simonsen.
Í áheitanini ynsktu tey ein fund við býráðið, har tey í felag kundu tosa nærri um, hvussu trupulleikarnir skulu loysast. Borgarstjórin lovaði, at nú skuldi okkurt henda.
- Men eg veit ikki, hvussu leingi vit skulu bíða aftrat, inntil nakað verður gjørt. Eg meini, nú er skjótt liðin fýra ár, sigur Una Simonsen. - Tað kann so ikki kallast “skjótt”.
Eingin tryggleiki
Stigtakararnir bæði vóru og eru framvegis á einum máli um, at heimbygd teirra er ein sonn perla.
Bygdin er vøkur og ein frálík bygd, og tí hava tey valt at búseta seg júst her. Hon er haraftrat longsta bygdin í landinum, og er sermerkt av, at teir mongu og hugnaligu býlingarnir binda bygdina saman.
Men, tey staðfesta samstundis ein syrgiligan veruleika: Fyrr var Kollafjørður ein bygd, har fólk bæði gingu og súkklaðu nógv. Men soleiðis er tíverri ikki longur.
- Orsøkin til hetta er hin einfalda, at tað er ikki longur trygt at ferðast á bygdarvegnum, siga teir hørmu kollfirðingarnir.
Teir sláa stutt og greitt fast, at tann økta ferðslan – og ikki minst nógva ferðin – er vorðin til ein stóran ótta hjá bygdarfólkinum.
Sligið verður enntá fast, at samanbindingarnar av býlingum við bygda- og landsvegin eru sannar deyðsfellur.
Tey eru vitandi um, at fleiri ferðsluóhapp hava verið í bygdini. Tey ynskja tí, at okkurt verður gjørt soleiðis at ein kann sleppa undan enn fleiri sorgarleikum.
Onnur vísa eisini á tað sjáldsama, at Kollafjørður man vera ein av teimum fáu størru bygdunum, har ongar bungur eru. Tað plagar ofta at vera skjótt frá orð til gerð, tá talan er um at gera bungur aðrastaðni.
Ov nógv ferð
Ein fríggjadag seinast í november mánaði 2006 var so dagurin komin, tá hesar undirskriftirnar skuldu handast borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen ið jú eisini er teirra borgarstjóri.
Undir handanini vístu tey á, at tey høvdu gingið hurð av hurð í bygdini og høvdu heitt á fólk omanfyri 18 ár at skriva undir.
Fleiri hava stríðst fyri at bøta um ferðslutrygdina í bygdini í mong ár, men ikki fyrrenn nú eru líkindi fyri at okkurt munagott fer at henda.
- Fólk hava stuðlað okkum øgiliga væl, ikki minst tí at tey sjálvi hava følt seg nærum hjálparleys í hesum máli.
- Serliga er hetta galdandi fyri tey eldru, sum illa tora út at ganga sær ein túr, tí ferðslan er so nógv, varð sagt undir framløguni.
Tey vístu samstundis á, at talið á bilum sum koyra eftir bygdarvegnum er eitt mál. Eitt heilt annað er ferðin, sum ikki altíð samsvarar umstøðunum at koyra eftir.
Ikki hendur í favn
Stigtakararnir hava merkt sær, at ferðslan í bygdini er nógv økt hesi seinastu árini. Einki er heldur sum bendir á, at hon fer at minka framyvir.
Í Kollafirði eru hendar stórar útbyggingar, m.a. á havnarlagnum, við skúlan, eins og tveir barnagarðar eru komnir tey seinnu árini, eins og eitt nýtt læknaviðtaluhøli kemur í næstum.
Haraftrat er ítróttarhøllin komin í ár, og tí er nógv sum bendir á, at trupulleikin og óttin í fólki bara fara at vaksa samsvarandi í framtíðini. Nógv velja at koyra og heinta børnini við bilum sínum, tí tey snøgt sagt ikki tora at ganga eftir bygdavegunum.
Hetta ger jú bara tað, at tað verða uppaftur fleiri bilar á vegnum.
- Vit vilja í øllum førum ikki sita hendur í favn, og bara bíða eftir næsta ferðsluóhappinum, siga tey.