Umhvørvisstovan hevur nú góðkent spillivatnsætlanina hjá 14 kommunum.
Men so eru eisini aðrar 12 kommunur, ið somuleiðis hava sent sínar spillivatnsætlanir inn, men tær eru ikki góðkendar enn, sigur Umhvørvisstovan.
Tær 14 kommunurnar, sum nú hava fingið sínar spillivatnsætlan góðkenda, eru:
Vestmanna, Hovs,?Nes, Húsar, Fámjins, Vágs, Skálavíkar, Sumbiar, Kunoyar, Kvívíkar, Porkeris, Fugloyar, Hvalbiar og Sjóvar kommuna.
Tað er eitt krav, at kommunur hava góðkendar spillivatnsætlanir, tí fyri 1. januar 2015, skal alt spillivatn reinsast og leiðast í afturlatnum spillivatnsskipanum beinleiðis út á sjógv við góðum vatnsskifti.
Og harafturat skal útleiðingin altíð vera í minsta lagi ein metur undir størstu fjøru.
Hetta merkir so eisini, at enn hava fýra kommunur ikki latið Umhvørvisstovuni spillivatnsætlan til góðkenningar, hóast freistin at lata ætlanina inn var 1. januar 2011.
Hesar kommunur eru Eysturkommuna, Húsavíkar kommuna, Vága kommuna og Skopunar kommuna, sigur Umhvørvisstovan










