Bíða eftir tunlinum

Næsti ábyrgdarfundur hjá Norðoya Sparikassa bíðar eftir undirsjóvartunlinum

Norðoya Sparikassa hevur síðstu 10 árini havt eina ábyrgdaraskipan, og ein partur av tí hevur verið ein stórur ábyrgdarafundur annaðhvørt ár.
Skuldi vanliga skráin verið fylgd, skuldi næsti fundurin verður fyrst í hesum árinum, men leiðslan í Norðoya Sparikassa hevur gjørt av at útseta hendan fundin. Í ársfrásøgnini hjá sparikassanum verður sagt, at næsti ábyrgdarfundurin verður fluttur nærri upplatingardegnum hjá Norðoyatunlinum.