Uppreistrarbólkar í Irak hava lagt ætlanir um at burturflyta bretska prinsin Harry, tá hann kemur til Irak sum hermaður í næsta mánað. Tað skrivar The Obersver. Sambært blaðnum hava einstakir bólkar sagt, at teir hava góðar keldur í bretska herliðinum í Irak, og at teir fáa allar neyðugar upplýsingar haðani. Bretska herleiðslan hevur sagt, at Harry skal gera tænastu í Maysan-landspartinum, har tað hevur verið rættiliga ófriðarligt seinastu tíðina.