Aycan vitjar føroyska dansigólvið

Komandi vikuskiftið hevur Aycan, ið er best umtókti danski bólkurin innan dance/trance-tónleik, tvær konsertir í Føroyum Tey, ið hava vitjað føroyska dansigólvið seinastu tvey árini hava hoyrt rútmurnar frá Aycan. Hesin danski bólkur, ið spælir dance/trance-tónleik, má sigast at vera ein hin best umtókti á danska dansigólvinum í løtuni. Og hetta vikuskiftið kemur bólkurin til Føroya á konsertferð. Talan verður um tvær konsertir. Fyrra konsertin verður fríggjakvøldið í Eclipse. Dagin eftir spælir bólkurin, ið er mannaður av eggiligu songverskuni Mette av kilverskum uppruna umframt dananum ?Crapman?, ið stendur fyri rútmunum, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, sum samstundis er karmur um eitt stórt tónleikatiltak, ið byin.fo skipar fyri.

Aycan, ið hevur sín uppruna úr jútlendska býnum Ålborg, er eitt kent tónlistarligt navn í Danmark og Týsklandi. Serliga er tað endurútgávan av legendariska lagnum ?Lambada?, ið hevur gjørt, at Aycan nærum hevur verið fastur gestur á donsku hittlistunum seinastu tvey árini.

Í fjør hevði bólkurin ikki færri enn 200 framførslur í heimlandinum. Í vár gav bólkurin eina nýggja single út, ið nevnist ?Divided?. Hon er longu vorðin eitt hitt á donsku dansigólvunum og í útvarpinum. Harumframt kann nevnast, at Aycan var í uppskoti til ?Ársins Bólkur? á Danish Deejay Awards fyri nøkrum mánaðum síðani.