Axel Tórgarð

f. 31. mars 1923, d. 24. mars 2011

Axel Tórgarð doyði hós­morg­unin, næstan áttatiátta ára gamal.
Við honum er ein góður maður farin, og fyri konuna og børn og abbabørn er saknurin stórur, og øll vit, sum kendu hann, hava ta djúpastu samkenslu við teim­um í hesum tungu døgum.
Samstundis kunnu vit øll fegnast um at hava livað í hesum fagra landi saman við einum slíkum manni sum honum. Hann var altíð jaligur, og er ein av teimum, sum hevur lyft mál og ment­an okkara upp á eitt hægri støði.
Men hann var eisini úr góðum bergi brotin. Hann er havnarmaður, og faðir hansara var arkitekturin Hans Tórgarð. Móðir hansara var Valborg Eide úr Nólsoy. Børnini vóru fyri tí vanlagnu, at móðirin doyði frá teimum. Axel varð tó verandi heima, gekk í kommunuskúlan í Havn, og tá Studenta- og preli­minerskeið Føroya Løg­tings varð sett á stovn í 1937, fór hann hagar.
Tvey ár eftir var hann ein av fýra sum fingu preliminer­prógv. Hann helt beinanvegin fram á studentaskeiðnum, og fekk sum ein av fimm næmingum studentsprógv í 1941. Tá var ikki so vanligt sum í dag at fáa hægri út­búgv­ing.
Tá vóru Føroyar hersettar av bretum, og eitt av mongum, sum hann gjørdi, nú hann ikki slapp av landinum, var at starvast sum týðari hjá teimum. Annars fóru hann og tann seinni dýralækning Dánjal Jákup Bærentsen um alt landið at geva fólkum gassmaskur, og var hann eisini læraravikarur.
Eftir kríggið bar til at sleppa at lesa, og fór hann niður til Keypmannahavnar, har hann í 1954 tók guð­frøði­ligt embætisprógv, og 11. november sama ár fekk hann starv sum kalskapelánur í Suðurstreymoyar presta­gjaldi. Umframt at vera prest­ur hevði hann tímar í latíni bæði til ta lítlu latínroyndina og á studentaskúlanum. Men ein dag kundi hann siga teimum undrandi næm­ingunum frá, at Edw. Mitens, landsstýrismaður, hevði sent boð eftir sær og spurt, um hann vildi gerast stjóri í tí útvarpi, sum løgtingið hevði samtykt at seta á stovn. Hann hevði tikið av, og var tað ómetaliga spennandi at fara í gongd við nakað heilt nýtt, og so serliga fyri Føroya fólk at hoyra fyrstu sendingarnar. Siglt varð við smáum seglum, starvsfólkini vóru bara Hjørdis Thomsen úr Nólsoy og Elias í Rættará, og tey høvdu innivist í einari hædd niðri á Bryggjubakka. Tey megnaðu tó at senda fleiri ferðir hvønn dag, og tað vóru áhugaverdar sendingar, sum fólk lurtaðu sera spent eftir. Men í 1960 var eitt starv sum sóknarprestur leyst í
Norðurstreymoy. Tað søkti hann og varð hann settur í starvið 1. juli 1960.
Meðan hann var útvarps­stjóri, giftist hann í 1958 við Margretu, dóttur Sørin Danielsen á Ryggi í Miðvági. Húskið var sera vælkomið í Kvívík. Axel var ein góður prestur. Hann var altíð væl fyrireikaður til alt tað hann skuldi gera.
Prædikurnar skrivaði hann væl og virðiliga niður, og altíð kom hann í góðari tíð til alt tað, sum gerast skuldi. Tað var tó ikki so, at hann skrivaði niður langt frammanundan. Nei, prædikuna til guðstænastuna skrivaði hann tíðliga sunnu­morgun!
Annað skrivligt arbeiði gjørdi hann eisini. Hann var uppi í tí arbeiði, sum bygd­ar­fólkið fekst við í bygdar­húsunum, og týddi sjónleikir, sum vórðu førdir fram fyri fullum húsum, og mangan fóru tey av bygdini at føra fram hesar leikir. Hetta var tó ikki alt. Hann skeyt upp fyri eftirmanni sínum sum útvarpsstjóri, Niels Juel Arge, at senda morgunlestrar, sum ein prestur skrivaði og ein deknur las upp. Ár um ár skrivaði hann hesar morgunlestrar, og eitt úrval av teimum gav hann út í 1988. Harumframt yrkti hann tættir til V4-sendingar, og teir komu mangan væl við hjá teimum, sum har skipaðu fyri.
Hann týddi sjónleikin Julius Caesar eftir William Shakespeare, og fleiri skaldsøgur afturat.
Í 1979 fekk hann starv sum sóknarprestur í Suð­ur­­streymoy, men búði fram-vegis í Kvívík. Tá fekk hann eitt strik, og merkti hetta hann likamliga, men hevði als onga ávirkan á skrivligu arbeiðsorku hansara. Hann helt fram at týða og hevur í heilt ótrúligan mun vaksið um okkara bókmentir. Tað var tí uppiborið, at hann gjørdist heiðurslimur í Rit­høvundafelagnum, og tað var hann sera glaður fyri.

-----------------
Zakarias Wang