Axel Mortensen farin

Leygardagin 12. desember andaðist Axel Mortensen, vanligur nevndur Akka, í heimi sínum í Havn, 91 ára gamal.

Axel var føddur á Tvøroyri 11. februar 1918. Eftir lokna skúlagongd fór hann í handilslæru í Keypmannahavn í 1934 og arbeiddi har eina tíð, eftir at hann varð útlærdur. Hann kom heim aftur í 1940 og fór at arbeiða í einum toyhandli á Tvøroyri, sum hann yvirtók saman við familjuni.


Eftir krígslok fór Axel til Klaksvíkar at arbeiða sum skrivstovumaður hjá J.F. Kjølbro, og í 1946 fer hann til Havnar at arbeiða hjá Carl á Lag. Tá so P/F Marr og Co í Havn í 1952 søktu eftir skrivstovumanni, ið var kønur í enskum máli, bleiv tað Axel, ið fekk hetta starv.


Stovnarin av P/F Marr & Co, Douglas John Marr, kom til Føroyar í 1930 sum umboðsmaður fyri bretska saltfiska sølufelagið Messr Hawes & Co, ið seldi nógvan salt- og klippfisk úr Føroyum. Í 1936 stovnar hann P/F Marr & Co.


Marr & Co. var umframt handilin eisini bretskt konsulát og umboð fyri tryggingarfelagið Lloyds. Skrivstovan og konsulátið helt til í Skipshandilshúsinum á bryggjuni í Havn. Douglas J. Marr doyði í 1959, og nakað seinni yvirtók Axel Mortensen felagið og gjørdist bretskur konsul í Føroyum.


Í 1968 yvirtekur P/F Marr & Co. umboðið fyri fronsku Citroën bilarnar í Føroyum. Tá stovna Axel og Torkil Simonsen, ið arbeiddi hjá honum, íognarfelagið Í/F Vega, sum var navnið á Citroën umboðnum. Fyritøkan flytir í nýggj hús Yviri við Strond í 1972, og nakað seinni fáa teir ein bilverkstað við Landavegin til bildeildina. Seinni í 70-unum yvirtók Hans O. Gaard umboðið fyri Citroën og stovnar fyritøkuna Vallberg.


Tá Axel miðskeiðis í 80-unum legði størvini sum bretskur konsul og Lloyds umboðsmaður frá sær, fór hann at skriva endurminningar og hugleiðingar. Hann gav t.d. út bøkurnar: »Mortensens menninir á Tvøroyri« í 1988 og »Gloymdu ikki ættarbandið« í 1992.


Aksel giftist við Mariu, f. Olsen, úr Havn, og tey fingu børnini Johan og Armgarð.


-red