Avtalur um samgongur í bý- og bygdaráðum eru ólógligar

Tær avtalur, ið summi bý- og bygdaráð hava gjørt um samgongu, eru ólógligar. Tað er nevniliga í stríð við lógina at gera avtalur um, at borgarstjóri ella varaborgarstjóri í eini kommunu skal ganga uppá skift ímillum tveir bý- ella bygdaráðslimir




 

Tað er nú greitt, at nøkur av bý- og bygdaráðunum, sum longu hava gjørt avtalur um samgongur, noyðast at gera nýggjar avtalur.

Tí avtalurnar, ið summi bý- og bygdaráð hava gjørt, eru beinleiðis í stríð við Kommunulógina.

Tað verður truplari og truplari at fáa tær politisku kabalirnar at ganga upp, eisini á kommunalum stigi.

Fyri at fáa samgongu í lag, er tað hent í summum kommunum, at teir flokkar, sum skipa samgongu, hava avtalað at borgarstjórin og varaborgarstjórin skulu ganga uppá skift ímillum tveir býráðslimir.

Og tað eru hesar avtalurnar, sum eru í stríð við Kommunulógina.

Eitt nú er tað ein partur av samgonguavtaluni ímillum javnaðarflokkin, sambandsflokkin og uttanflokkalistan í Tvøroyrar Býráð, at borgarstjórin skal ganga uppá skift ímillum Finnleif Guttesen úr sambandsflokkinum og Kristin Michelsen úr uttanflokkalistanum. Sostatt skal Finnleif Guttesen verða borgarstjóri tey bæði fyrru árini í valskeiðnum og Kristin Michelsen tey bæði seinnu árini.

Í Vágs Býráð er næstan sama støða. Fyri at fáa samgongu ílag ímillum tjóðveldisflokkin, javnaðarflokkin og sambandsflokkin, var neyðugt at semjast um, at tjóðveldisflokkurin og javnaðarflokkurin býttu varaborgarstjóran ímillum sín, so at Eyðfinn Mørk verður varaborgarstjóri tey bæði fyrru árini í valskeiðnum og Dánjal Bjarkhamar úr tjóðveldisflokkinum tey bæði seinnu árini.


Skal vera í fýra ár

Í Kommulogini stendur púra greitt, at val av borgarstjóra og varaborgarstjóra er galdandi fyri alt valskeiði.

Rúni Joensen á løgmansskrivstovuni sigur, at sostatt eru bæði borgarstjóri og varaborgarstjóri valdur fyri øll fýra árini í valskeiðiunum.

Aðraðstaðni í Kommunulógini stendur, at borgarstjórar og varaborgarstjórar kunnu siga seg úr starvi.

Men Rúni Joensen sigur, at hetta kunnu teir bara gera undir serligum umstøðum og, um ávísar treytir eru lúkaðar.

-Eitt nú kunnu teir siga seg frá vegna sjúku, ella um um ávís onnur viðusrskifti gera seg galdandi.

-Tað ber sostatt ikki til frammanundan at gera avtalur um, at borgarstjóri, ella varaborgarstjóri skulu leggja frá sær, tá ið eitt ávísur partur av valskeiðnum er runnin. Tað er heilt greitt í stríð við Kommunulógina, sigur lógfrøðingurin á Løgmansskrivstovuni.

Hann sigur, at hetta er ikki nakað nýtt, tí hetta stendur eisini í teirri gomlu Kommunulógini.

- Sjálvandi ber til at avtala hvat sum helst. Men trupulleikin upptstendur, tá ið avtalan skal setast í verk, Tí tá ið so ein borgarstjóri skal frá mitt í einum valskeiði, sleppur hann uttan víðari frá eftir lógini

Hann leggur afturat, at í teimum førum, at Løgmansskrivstovan frættir um slíkar avtalur, vera avvarðandi bý- ella bygdaráð kunnað um, at hetta er í stríð við Kommunulógina.