Avtalu við Ruhrgas

Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við E.ON Ruhrgas um trý loyvir, ið fevna um gassframleiðslu, útbygging av einum gassfelti og eitt norskt leitiloyvi

Faroe Petroleum boðar frá, at ein handilsavtala er gjørd við týska felagið E.ON Ruhrgas, har Faroe Petrol­­eum fær eitt leitiloyvi í Noreg, og 2 gassloyvi í Bretlandi, har felagið frammaundan hevur gassloyvini Wissey, Minke, Orca og Breagh. Í býti fyri hesi loyv­ini fær E.ON Ruhrgas 15% av norska Fogelberg loyvi­num, har Faroe Petroleum framm­anundan átti 30%, umframt eina upp­hædd uppá kr. 70 mió., og at Faroe Petroleum ber ein part av kostnaðinum hjá E.ON Ruhr­gas fyri ein brunn á loyvi PL376, sum skal borast í Noregi.

Avtalan inniber, at Faroe Petroleum fær:

4.83% av bretska gassframleiðslu­loyvinum Schoon­er, har Tullow Oil er fyristøðufelag. Framleitt hevur verið á hesum loyvi síðani 1996, og roknað verður við at framleiðslan heldur fram til 2019. Mett verður, at 64 milliardir kubikk føtur av gassi (svarandi til 10,7 mió. tunnur av olju) eru eftir í kelduni; parturin hjá Faroe Petroleum av hesum er 3,1 milliardir kubikk føtur (svarandi til 500.000 tunnur av olju). Møguliga verða fleiri brunnar boraðir, so at framleiðslan kann økjast.

7.5% av bretska gassfundinum Topaz, har ætlanin er at útbyggja fundið við bora ein framleiðslubrunn, og føra fram­leiðsluna til Schooner framleiðslu­skip­anina. Mett verður, at 32 milliardir kubikk føtur av gassi (svarandi til 5,3 mió. tunnur av olju) eru í kelduni; parturin hjá Faroe Petroleum av hesum er 2,4 milliardir kubikk føtur (svarandi til 400.000 tunnur av olju) Brunn­urin verður væntandi boraður í 2008, so fram­leiðast kann frá 2009 fram til 2017.

10% av norska leitiloyvinum PL376, har Statoil­Hydro er fyristøðufelag við 60%, og Gaz de France hevur 20%. Ein brunnur skal borast á loyvinum í 2008. Leitiloyvið liggur nær við framleiðsluøkið Gjøa og gass-fundið Agat.

Umframt umbýtið av loyvum millum feløgini, skal Faroe Petroleum gjalda góðar kr. 70 mió., og gjalda fyri ein part av boriútreiðslunum hjá E.ON Ruhrgas á loyvi PL376.

Handilin er treytaður av, at myndug­leikar og loyvis­havarar góðtaka avtal­una.

Faroe Petroleum eigur nú í 7 gass­loyvum, sum annað­hvørt eru í framleiðslu ella koma í framleiðslu. Inntøkurnar frá framleiðsluni fíggja ein part av leitiút­reiðslunum hjá felagnum.