Avtalan varð undirskrivað á Høvdanum á Strondum

Símun á Høvdanum sigur, at samstundis, sum teir nú hava selt timburhandilin, hevur hann valt at stovnað sítt egna felag, Spf. Klips, sum fer at taka sær av keypi og sølu

Eigaraskifti

Um 10-tíðina í gjáramorgunin varð sáttmálin um sølu av P/F Klaksvíkar Timburhandli endaliga undirskrivaður.
Keyparar eru Eivind Jacobsen, sum flestu kenna frá P/F Strandamáling á Strondum, Símun Mittún, sum vit kenna frá P/F Klement Petersen í Saltangará og Norðoyagrunnurin.
Teir, sum hava átt Klaksvíkar Timburhandil síðan 1994  og fram til gjáramorgunin, tá ið avtalan varð endaliga undirskrivað, eru Símun á Høvdanum saman við faðiri og bróðuri sínum.
Soleiðis hevur timburhandilin verið ein familjufyritøka  um vit so kunnu siga.

Á Høvdanum
Fyri seljararnar við Símuni á Høvdanum á odda var hetta ein søguligur dagur  ella ein søgulig løta, tí undirskrivingin fór nevniliga fram á sjálvum Høvdanum á Strondum, har Símun hevur sínar røtur  og sítt eftirnavn.
Símun hevur leitt Klaksvíkar Timburhandil við hepnari hond, og tá ið hann hevur verið burtur, hevur trímenningurin, Eivind Jacobsen, tikið sær av leiðsluni.
- Tú kemur á vegamót í lívinum, har tú hevur hug at royna okkurt nýtt. Tú velir at taka avgerðir, og í hesum førinum hava vit avgjørt at selja Klaksvíkar Timburhandil til aðrar at reka, sigur hann.

Egið felag
Símun sigur, at samstundis, sum teir nú hava selt timburhandilin, hevur hann stovnað sítt egna felag, Spf. Klips, sum fer at taka sær av keypi og sølu.
Spurdur, hvat virksemið hjá Klips fer at snúgva seg um, er Símun ikki so ítøkiligur, men vísir á, at hann hevur verið handilsmaður alt sítt lív.
- Eg fari nú niður til Danmarkar aftur og havi góðar stundir at hugsa meg um, hvussu virksemið hjá Spf. Klips skal leggjast til rættis. Í fyrsta lagi fari eg at byggja upp ein kundaskara í sambandi við ætlaða virksemið, sigur Símun.
Fyribils ætlar hann sær at vera í Danmark til einaferð í apríl ella mai mánaða komandi ár.
- Um eg permanent fari at búgva í Danmark, dugi eg ikki at siga í løtuni, leggur Símun á Høvdanum, fyrrverandi eigari av Klaksvíkar Timburhandli, aftrat.