Eg undraðist stórliga, tá eg hoyrdi tíðindini frá vitjanini hjá danska uttanríkisráðharranum, Lene Espersen, í Føroyum.
Tað er náttúrligt, at danski uttanríkisráðharrin og løgmaður umrøða aktuel mál, herundir makrelmálið, men talan eigur ikki at verða um annað enn umrøðu.
Tað var heilt týðuligt, at danski uttanríkisráðharrin gekk ørindir fyri donsk og ES seráhugamál í makrelmálinum, og hevði fingið til uppgávu, at trýsta føroyingar at undirskriva eina avtalu í heyst, ella sum tað ljóðaði í útvarpinum: “Skal helst loysast ella verið komið væl áleiðis, áðrenn Danmark yvirtekur formansskapin í ES 1. januar 2012”.
Serliga tíðindini í útvarpinum leygarkvøldið vóru órógvandi. Undir yvirskriftini: “Danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen og Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hava lagt eina ætlan, hvussu Føroyar skal sleppa úr makrelósemjuni”, greiður danski uttanríkisráðharrin frá, hvussu hon og løgmaður hava avtala, hvussu “Danmark skal hjálpa Føroyum at koma burturúr makrelósemjuni”.
Danski uttanríkisráðharrin hevur í øllum førum eina greiða fatan av, at hon hevur gjørt eina avtalu við løgmann um, “hvussu gongdin í makrelmálinum skal verða næstu mánaðirnar”.
Løgmaður hevur kunnað meg um, at tíðindini í útvarpinum eru villeiðandi, tí hann hevur onga slíka avtalu gjørt við danska uttanríkisráðharran, Lene Espersen. Hetta ljóðar sannlíkt, tí løgmaður hevur, mótvegis øðrum sambandsmonnum, tikið fult undir við føroyska kravinum og ásetingini av føroyskari makrelkvotu.
Løgmaður má tí beinan vegin avsannað tíðindini í útvarpinum leygarkvøldi, og rættleiða danska uttanríkisráðharran, Lene Espersen, so ongin, hvørki føroyingar ella Danmark og ES ivast í, hvør okkara støða er í makrelmálinum.
Hvørki danski uttanríkisráðharrin ella danski matvøruráðharrin hava nakað sum helst við føroysku makrelsamráðingarnar at gera, og mugu á ongan hátt dragast inn í samráðingarnar.
Danir hava, eins og onnur ES-lond, síni serligu áhugamál at røkja í makrelmálinum, áhugamál, sum á ongan hátt samsvarað við føroyska kravið um størri kvotapart. Tí mugu danir fáa somu greiðu boð sum ES, at føroyingar fegnir vilja gera eina avtalu um makrelin, tá vit fáa okkara rættvísa kvotapart.
Tað tekur vanliga drúgva tíð at fáa slíkar avtalur uppá pláss. Tað hava vit sæð bæði viðv. sildini og svartkjaftinum. Vit eru miðskeiðis í einari tilgongd, har vit við fiskiskapi og vísindaligum kanningum, skulu undirbyggja okkara krav, og tí hava vit ikki størri skund enn nakar annar, at gera eina nýggja makrelavtalu.
Tá danski uttanríkisráðharrin, vegna ES, loyvdi sær at draga onnur mál inn í makrelsamráðingarnar, so sum møgulig handilstiltøk og samráðingar um nýggjan handilssáttmála, átti løgmaður at átala framferðina hjá ES. Samráðingar ímillum framkomin lond eiga ikki at fara fram undir háttanum, og hetta átti danski uttanríkisráðharrin greitt at fingi at vita frá løgmanni.
Samráðingar um nýggja handilsavtalu hava onki við makrelsamráðingarnar at gera, men tá danski uttanríkisráðharrin loyvir sær at tengja hesi málini saman, átti løgmaður at tikið hana uppá orðið, og kravt samráðingar um nýggja handilsavtalu beinan vegin. ES og Danmark vilja jú hava makrelmálið loyst í heyst.
Eg veit av góðum grundum ikki hvat hevur gingið fyri seg á fundinum ímillum danska uttanríkisráðharran og løgmann, men tað er sera óheppið, um partarnir hava ymiska fatan av, hvat teir hava avtala á fundinum.
Hesum má greiða fáast á beinan vegin, tí er avtala gjørd um at danski uttanríkisráðharrin og danski matvøruráðharrin skulu “hjálpa” føroyingum at koma burturúr makrelósemjuni, fara vit fleiri ára-tíggju aftur í tíðina, tá danir tóku sær av øllum okkra samskifti við útheimin, eisini fiskivinnusamráðingum.
Er tað veruliga støðan, hava vit lorkað makrelmálið av hondum.









