Avtalan komin undir land

Væntandi fara somu bussførarar, sum higartil, at koyra hjá Bygdaleiðum í Suðuroy komandi árið. Semja um treytirnar er at kalla klár

 

Samferðsla


Bussførararnir í Suðuroy fáa 12,5 prosent í lønarhækkan, umframt onkrar aðrar smávegis ábøtur. Koyringin skal halda fram eitt ár afturat, eins og summir bussar verða skiftir út við nýggjari.

?Tað er í høvuðsheitunum tað, vit eru komnir til, sigur Poul Johannes Poulsen, bussførari í Sumba.

Tá Sosialurin tosaði við hann, var semjan ikki undirskrivað, tí okkurt heilt smávegis var eftir at avgreiða. Tó ikki so, at semjan ikki fór at verða til nakað kortini, væntaði hann.

Poul Johannes Poulsen sigur, at tier eru nøgdir við tað, sum komið er burturúr. Sáttmálin, koyrt fer at verða eftir, er í høvuðsheitum tann sami sum tann, ið galdandi er í løtuni. Tó við ávísum broytingum sum eitt nú teimum 12,5 prosentunum.

Tað verða í fyrstu syftu eigararnir sjálvir, sum í mesta mun fara at koyra, sigur hann. Tað kemst av, at fleiri av hjálparfólkunum, teir hava havt aftur at sær, eru farin í annað starv, nú so leingi sá út til, at koyringin fór á aðrar hendur.

Flestu bussarnir í Suðuroy eru so gamlir, at neyðugt er at skifta teir út. Tað fer so at verða gjørt við bussum, sum Strandfaraskip Landsins fara at taka inn frá øðrum, sum gevast at koyra. Hesir bussarnir fara so at hækka tænastustøðið nakað væl, metir Poul Johannes Poulsen.

Hann sigur annars, at Suðuroyggin er nakað fyri seg, tá talan er um bussferðslu. Tað ber ikki til at nýta somu bussarnar allastaðni í oynni. Eitt nú má bussurin, sum skal til Hvalbiar og Sandvíkar ikki vera ov stórur, fyri at sleppa í gjøgnum tunnilin.

Tað eydnaðist ikki beint áðrenn blaðið fór til prentingar at fáa váttað frá Strandferðsluni ella bussførarunum, um endaliga avtalan var undirskrivað.