Avtala undirskrivað í Zimbabwe

Í Zimbabwe hava Robert Mogabe, forseti, og Morgan Tsvangirai, andstøðuleiðari, skrivað undir eina avtalu, sum eftir ætlanini skal rudda slóð fyri einum valdsbýti Eftir avtaluni, sum er komin í lag við suðurafrikanska forsetanum, Thabo Mbeki, sum semingsmanni, eru Mugabe og Tsvangirai samdir um, at málið er at skipa eina savningarstjórn.

Avtalan varð undirskrivað á einum hotelli í høvuðsstaðnum Harare, og Reuters skrivar, at tað var fyrstu ferð í tíggju ár, at Mugabe og Tsvangirai stóðu andlit til andlits.