Avtala undirskrivað um útstykkingina á Oyrarbakka

- Tá arbeiðið er liðugt, verða eftir ætlan 11 byggiklár grundstykkir og eitt savnandi miðøkið í ovaru útstykkingini

Á býráðsfundi hin 9. februar varð einmælt samtykt at játta 8 milliónir krónur og at taka av tilboði frá P/F Articon um heildarveiting av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka.

 

- Arbeiðið fevnir um liðugtgerð av ovara partinum av útstykkingini á Oyrarbakka. Tá arbeiðið er liðugt, verða eftir ætlan 11 byggiklár grundstykkir og eitt savnandi miðøkið í ovaru útstykkingini.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at grundstykkini verða grovplanerað og liggja um 500 fermetrar hvørt.

 

- Avtalan at gera arbeiðið varð undirskrivað í dag, hin 17. februar á kommunuskrivstovuni á Oyrarbakka. Eftir ætlan verður útstykkingin liðug um hálvan juli í ár. 

 

Tað vóru Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon og Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sum undirskrivaðu avtaluna vegnað partarnar. 

 

Í Sunda kommunu eru tey fegin um, at útstykkingin á Oyrarbakka nú verður gjørd liðug, og kommunan sær fram til gott samstarv við Articon í sambandi við arbeiðið.