Avtala um stuðlamúr til Húsið millum Vatna

- Húsið skal verða eitt savnandi stað, sum húsar frítíðarvirkseminum hjá frítíðarskúlanum, ungdómshúsinum og eldrafelagnum

18. november varð avtala gjørd millum Eiðis kommunu og fyritøkuna Búð Sp/f um “Húsið millum Vatna”.

 

- Talan er um avtalu í samband við uppsetan av stuðlamúri. Hetta arbeiðið varð boðið út hin 16. september 2024 millum fýra lokalar fyritøkur. 

 

Tað vita tey í Eiðis kommunu at siga í dag.

 

Verkætlanin handan húsið byrjaði í 2021 og allir viðkomandi bólkar, ið ætlandi koma at brúka húsið, hava havt møguleika at koma við sínum ynskjum um húsið, umframt at serkøn fólk hava hjálpt til við verkætlanina. 

 

- Húsið millum Vatna skal verða eitt savnandi stað, ið húsar frítíðarvirkseminum hjá frítíðarskúlanum, ungdómshúsinum og eldrafelagnum.

 

Í Eiðis kommunu siga tey, at ætlanin og vónin er, at hesir tríggir aldursbólkar skulu fáa stóra gleði av húsinum og sleppa at skipa fyri tiltøkum av ymiskum slag, bæði saman og hvør sær.   

 

##med2##

 

Á myndini er húsið, sum Eiðis kommuna ætlar at byggja í Hólmanum, teknað inn í myndina