Ólavur í Beiti
Spurdur, hvussu nú verður við Kunningardiskinum á Flogvøllinum, svarar Reidar Nónfjall, stjóri í Strandferðsluni, at tað er ein góður spurningur; men hann er tó skjótur at leggja aftrat, at nú verður arbeitt við at gera avtalu við tveir virkisfúsar vágamenn um raksturin av Kunningardiskinum á Flogvøllinum.
? Tað liggur ikki fast enn, hvussu henda avatlan kemur at verða, men frá okkara síðu er púra greitt, at tey bæði fólkini, sum starvast á Kunningardiskinum í dag, verða nevnd í avtaluni og sostatt ikki søgd úr starvi, sigur Reidar Nónfjall.
Havt fund
Strandferðslustjórin hevur havt fund við teir báðar Jákup Suna Lauritsen og Gunnar Nattestad, sum hava boðið seg fram at reka Kunningardiskin á Flogvøllinum, og áðrenn 1. mai skulu teir koma við einum útspæli til góðkenningar hjá øllum pørtum.
Reidar Nónfjall skal so eisini hava fund við tey bæði starvsfólkini á Kunningardiskinum, og verður hesin fundur helst seinni í vikuni.
Sum koyrt verður nú, selur Kunningardiskurin á Flogvøllinum tænastur til ymisk feløg í landinum, og Reidar Nónfjall metir at hetta verður helst eisini ein gongdin framyvir, so Kunningardiskurin kann hvíla í sær sjálvum.
Strandferðslustjórin sigur, at Kunningardiskurin kemur at verða rikin innan fyri teir karmar sum avtalan millum partarnbar sigur.









