Kristina Háfoss. Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi
----
Størsta fíggjarkreppan nakrantíð hevur gjørt um seg í 4-5 ár nú. Avleiðingarnar hava verið ógvusligar, men lærdómur er eisini eitt úrslit av hesi kreppuni. Fyri tey flestu. Eitt sum øll londini hava valt, er at styrkja munandi um teirra landsbankar/tjóðbankar og fíggjareftirlit.
Øll onnur lond styrkja nú teirra landsbankar
Løgtingsins fíggjarnevnd hevur júst verið á kunningarferð í London og Dublin, har vitjað m.a. var í tjóðbankunum og fíggjarmálaráðunum í Írlandi og Onglandi. Í báðum londum hava stjórnirnar valt at styrkja munandi um tjóðbankarnar, tí mett verður, at tjóðarbúskaparligu førleikarnir, metingarnar og eftirlitið hevur verið alt ov veikt og er ein av høvuðsorsøkunum til, at fíggjarkreppan gjørdist so ógvuslig.
Landsbankar eru týðandi partar av fíggjareftirliti
Valt verður tí at leggja fíggjareftirlitini inn í tjóðbankarnar, fyri soleiðis at savna ”mikro-eftirlitið” hjá fíggjareftirlitinum, undir ”makro-eftirlitinum” hjá tjóðbankunum. Á henda hátt tryggjast, at tjóðarbúskaparlig atlit verða tikin í framtíðar eftirliti við fíggjargeiranum. Hetta er alneyðugt.
Í Føroyum áttu vit sjálvandi somuleiðis at styrkt okkara Landsbanka. Hetta fyri at menna eitt enn betri tjóðarbúskaparligt eftirlit, ið støðugt kann meta um, ráðgeva og ávara um viðurskifti eru, ið krevja ábøtur. Tá umræður eftirlit við føroyska fíggjargeiranum, átti Landsbankin at verið ein sjálvsagdur og týðandi partur av samlaða fíggjareftirlitinum.
Landsstýrið velur at avtaka Landsbanka Føroya!
Men meðan øll onnur lond ganga eina leið, so velja landsstýrið og samgongan at ganga beint øvugt. Hetta verður gjørt við at niðurleggja Landsbankan, ið er og hevur verið ein grundleggjandi samfelagssúla síðan 1978. Valt verður at petta alt virksemið í smá pettir og spjaða hesi runt á 4 ymisk støð. Ljóðar bæði ótrúligt og ófatiliga illa umhugsað.
Minni óheftni og verri rating merkir øktar rentuútreiðslur
Sagt verður, at hetta er ein liður í at rationalisera og spara. Men veruleikin er ein annar. Tí landið sparir ikki eina krónu við ætlaðu umleggingini. Hinvegin koma útreiðslurnar at økjast munandi.
Nú øll gjaldførisumsiting skal leggjast í stovn beint undir landsstýrismanninum, og uttan somu førleikar sum Landsbankin, kemur hetta at ávirka ratingina hjá Føroyum og harvið rentustøðið. Hugsa vit okkum, at rentan hækkar - vegna verri álit og rating – 0,25%, so økjast rentuútreiðslurnar av verandi bruttoskuldini yvir 12 mió. kr. Um rentan bert hækkar 0,1%, so kostar hetta landinum um 5 mió. kr. árliga í øktum rentuútreiðslum.
So trupult er at síggja annað enn øktar útreiðslur, um ætlanirnar hjá landsstýrinum verða til veruleika.
Haldið gjaldførisumsitingina langt frá fíggjarmálaráðharranum
Tað er alt annað enn skilagott at leggja gjaldførisumsitingina í stovn beint undir landsstýrismanninum. Hugsið tykkum trýstið, ið kann koma á landsstýrismannin frá ymsum pørtum um, t.d. at seta alment gjaldføri í føroyskar bankar og føroyskt virksemi, heldur enn sum nú, at lata óheftan Landsbanka seta gjaldførið har mett verður, at hetta samfelagsbúskaparliga er best. Eitt nú umsitur Landsbanki Føroya eisini samhaldsfasta eftirlønargrunnin, og er tað sera týðandi at hesin verður umsitin av óheftum stovni. Ella er ætlanin hjá samgonguni ein onnur? Nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum longu hevur inntøkuført 160 mió. kr. í eginpeningi hjá Landsbankanum, verða tær yvir 800 mió. kr. hjá Samhaldsfasta næsta upphæddin, ið verður inntøkuførd?
Ávísir politikarar ynskja ikki óheftar stovnar
Sum heild vísir hetta við niðurlegging av Landsbanka Føroya eina grundleggjandi manglandi vitan um týdningin av hesum týðandi landsstovni, ið er ein grundsúla í einum hvørjum landi.
Ongin ivi er um, at útreiðslurnar av ætlanum landsins verða størri enn ætlaði vinningurin, tí kann ivi eisini av álvara setast við, hvør veruliga orsøkin til niðurleggingina er. Tí tað eru tíverri als ikki allir politikarar, ið duga at síggja ovurstóra virðið í at hava óheftar stovnar, ið umsita gjaldføri landsins og kunnu geva búskaparfrøðiliga ráðgeving óheft av politiska myndugleikanum. Ávísir politikarar vilja enntá sleppa sær av við óheftar, fakligar røddir, ið kunnu tala ímóti førda politikkinum, tá hetta krevst, meðan aðrir uttan iva vilja hava størri ávirkan á, hvussu gjaldføri landsins skal nýtast.
Talan er ikki um, hvat er best fyri landið. Tvørturímóti.
Landsbankin verður endurstovnaður
Hugsa tær um ein stjórn í einum landi boðaði frá, at nú fór landsbankin at verða niðurlagdur við einum pennastroki. Hvat sigur hetta umheiminum um Føroyar? Hvat sigur hetta føroyingum um Føroyar?
Er hetta eitt álitisvekjandi land at virka, skapa, gera íløgur í og liva í?
Fái meg ikki at trúgva, at samgongan fremur hesa ætlan. Tí hetta kann bert oyðileggja og onki betra. Men um so verður, at samgongan fremur hesa politisku valdsmisnýtsluna, so verður hetta enn eitt mál, ið ruddast skal upp eftir tá, nýggj samgonga kemur til.
Eitt er í hvørtfall púra greitt, og tað er, at velur samgongan at avtaka Landsbanka Føroya, so verður hesin endurstovnaður so skjótt ein nýggj samgonga verður veruleiki.