Avtøka av ferðaavgjaldinum

Framsókn
----
Avtøkan av ferðaavgjaldinum má vera umsitingarliga einføld og má verða tikið av í samráð við vinnuna.
Tí hevur Framsókn lagt lógaruppskot um avtøku av ferðaavgjaldinum fyri tingið. Uppskotið snýr seg um, at fáa ferðaavgjaldið heilt burtur innan 2016 og at gera hetta so einfalt sum møguligt, soleiðis at ongin umsitingarkostnaður verður av at broyta gjaldið.
Bæði í 2011 og 2012 hevur Framsókn skotið upp, at lækka ferðagjaldið munandi. Nú er komið glið á – løgtingið hevur samtykt at lækka inntøkurnar frá ferðaavgjøldum við 3 mill í ár. Roknast kann tí við, at restupphæddin ca. 11 mill., er burtur innan heilt stutta tíð.
Umráðandi er, at lækkingin av avgjaldinum verður gjørt í samráð við vinnuna. Longu nú er greitt, at tær 3 mill, sum samtyktar eru at lækka ferðagjaldið við í ár, koma ov seint – soleiðis at skilja, at ferðaskrivstovurnar longu hava selt og marknaðarført seg við teimum 120 kr. fyri árið í ár.
Tí er kanska skilabest ikki at lækka gjaldið fyrr enn í heyst ella støðla peningin fyri í ár til næsta ár og tá lækka gjaldið við 90 krónum. Sum nevnt er umráðandi, at lækkingin av gjaldinum ikki hevur umsitingarligar avleiðingar við sær; at boðað verður frá longu nú, at gjaldið verður burtur í 2016 – soleiðis at vinnan kann fyrihalda seg til hetta og leggja sín sølupolitikk hareftir.
Nú flogvøllurin er longdur og betri útgjørdur, kunnu vit rokna við at fleiri feløg fara at bjóða seg fram at flúgva uppá Vágar. Tí ræður um at avtaka ferðagjaldið á ein so umsitingarligan einfaldan hátt og greitt at boða frá, at ferðagjaldi verður burtur um stutta tíð. Hetta vil eggja til kapping og samstundis verða ein byrjan uppá at fáa ferðakostnaðin til og úr Føroyum niður.
16. januar, 2013