Seta børnum forboð fyri at brúka sosialar miðlar

Lógarbroytingin fer at gera tað ólógligt hjá børnum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar, sum eitt nú TikTok, Facebook, Snapchat, Reddit, X og Instagram

Tjóðartingið í Avstralia hevur góðkent eitt lógaruppskot, sum setir børnum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar.

 

Tíðindastovan NTB veit at siga, at hetta er fyrsta forboð av sínum slag í heiminum.

Sagt verður, at uppskotið varð samtykt í undirhúsinum í avstralska tjóðartinginum í gjár, og í dag samtykti senatið eisini uppskotið.

 

Lógarbroytingin fer at gera tað ólógligt hjá børnum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar, sum eitt nú TikTok, Facebook, Snapchat, Reddit, X og Instagram.