Avstralia er 31. landið sum skal til HM

Avstralia vann fyrrapartin okkara tíð 3-1 á Honduras á heimavølli, og harvið ein samlaðan play off sigur

Avstralia er land nummar 31, sum skal kappast í HM-endaspælinum í fótbólti.

 

Fyrrapartin okkara tíð spældi Avstralia seinna Play Off dystin ímóti Honduras. Fyrri dysturin í Honduras endaði við javnleiki 0-0. 

 

Tá fyrri hálvleikur var leiktur var støðan framvegis 0-0, men so kom gongd á í seinna hálvleiki. Mile Jedinak, sum spælir við Aston Villa í Onglandi skoraði hattrick í seinna hálvleiki. Tvey av málunum vóru uppá brotsspark.

 

Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat minkaði Alberto Elis um munin til 3-1, men tað munaði lítið í samlaða roknistykkinum. Avstralia vann samlað 3-1.

 

Í nátt okkara tíð dystast Peru og Ný Sæland um 32. og seinasta HM-plássið. Fyrri dysturin í Ný Sælandi endaði 0-0, so Peru er greiður favorittur til dystin í Lima í kvøld.