Hóast trivaliga sigurin á sumbingum sunnudagin, so var kortini ein ferðil av ótta yvir B36 áskoðarunum.
Orsøkin var tó ikki frammanfyristandandi uppgávan, men heldur tann sannroynd, at tosað varð um, at hetta var seinasti dysturin hjá John Petersen fyri árstalsfelagið.
Fyri viku síðani bórust tíðindi um, at Íslendska Leiftur, har Jens Martin Knudsen er venjari, samráddist við B36 og John Petersen, um at fáa álopsmannin í hópin.
Íslendsku miðlarnir skrivaðu, at hetta var ætlað at tippa holið í álopspartinum, eftir at Uni Arge í vetur valdi at skifta felag.
At íslendingarnir eru grammir eftir at fáa John í hópin, verður undirstrikað av, at fyrstu vikurnar skal føroyinguyrin bert vera í Íslandi um vikuskiftið.
Hetta tí hann í í hesum døgum leggur seinastu hond á útbúgving sína á Læraraskúlanum, og at hann tískil eisini má vera til próvtøku her heima.
Ætlanin er so, at hann um vikuskiftið skal spæla við Leiftri, meðan hann í miðvikuni venur við B36.
Ynskir tað besta
Sjálvur sigur John, at um hann skal gera dreymin um fótbóltstilveruna til veruleika, so er tað um at vera seinasta útkall, og tí valdi hann at taka av tilboðnum.
- Sjálvandi er tað eitt sindur hugstoytt at fara avstað nú, tá vit liggja fremst í landskappingini, men eg vóni og rokni við, at teir megna at halda fast um oddasessin kortini, sigur John Petersen.
Skemtandi leggur hann afturat, at sjálvur hevur hann spælt í fremstu deildini í 7 ár, men at hann ongantíð hevur megnað at skotið fýra mál í einum og sama dysti.
Við hesum sipar hann sjálvandi til avrikið hjá liðfelaganum, Bjarna Prior, sum sunnudagin røkti álopssessin hjá John, meðan hesin var á miðvøllinum.
Nøgdur
Aloftast er torført at fáa neyvar upplýsingar um lønarviðurskiftini, tá slíkir sáttmálar verða skrivaðir, og soleiðis er eisini í hesum føri.
John sigur tó, at hann er nøgdur við sáttmálan, sum gevur honum møguleika at savna alla orku sína um fótbóltin.
Takkar fyri seg
At enda biðjur John okkum heilsa viðhaldsfólkunum hjá B36, við tøkk fyri tíðina í felagnum, og ikki minst klappini hann fekk, tá hann stutt fyri leiklok varð útskiftur sunnudagin.
Standandi fagnaðu áskoðararnir leikarunum, sum, síðani hann kom til felagið í 1997, hevur verið ein hin týdningarmesti á liðnum, og sum í ár hevur verið liðformaður á liðnum.
- Eg spurdi Pelle, um tað var gjørligt at skifta meg út stutt fyri leiklok, og hesum játtaði hann, og tað eri eg sera fegin um, sigur John Petersen at enda.