Avrikslisti skal skapa opinleika

Sum nakað heilt nýtt hevur hetta landsstýrið sett upp ein avrikslista, sum sambært løgmanni skal skapa opinleika og gjøgnumskygni, so allir føroyingar kunnu síggja, hvar ymsu málini liggja

Á tíðindafundi í gjáramorgunin legði landsstýrið fram ein sonevndan avrikslista, har øll tey mál, sum hendan samgongan hevur sett sær fyri, at fáa frá hondini hetta valskeiðið.
Listin er býttur upp í høvuðsraðfestingar, og undir raðfestingar fyri hvørt ráðið sær. Eingin av hesum høvuðsraðfestingum eru framdar enn, men skjøtil er settur á fleiri teirra.
Tá tað kemur til einstøku ráðini er støðan ein onnur, tí har er nógv av tí, sum sett er út í kortið, framt. Serliga hjá Fíggjarmálaráðnum eru fleiri mál framd, seks út av 16.
Fiskimálaráðið, Mentamálaráðið, Almannamálaráðið og Innlendismálaráðið hava somuleiðis framt fleiri av teimum málum, sum sett eru út í kortið.
Og teir fýra floksformenninir, sum leiða samgonguflokkarnar, vóru rættiliga væl nøgdir við gongdina og tað, sum er avrikað higartil í valskeiðinum.
Jenis av Rana segði, at hóast hann ofta var ósamdur við teirri kós, sum samgongan stýrdi fyrst í valskeiðinum, fegnaðist hann kortini um, at Miðflokkurin framvegis er ein partur av samgonguni.
- Eitt av aðalmálinum var at fáa fleiri hendur í arbeiði, og hetta hevur eydnast, ikki minst tá talan er um makrelin. Besta dømi um hetta er uppsjóvarvirkið á Tvøroyri, segði Jenis av Rana.
Hann helt, at tað var gott at halda aftur í útreiðslunum, men ávaraði samstundis ímóti, at høgga bremsurnar alt ov hart í. Hinvegin fegnaðist hann um, at Heilsumálaráðið hevði megnað at gjørt sítt higartil.
- Ungar kvinnur hava fingið møguleikan at verða vaksineraðar móti lívmóðurkrabba, og tað er stórt framstig, segði Jenis av Rana.

Yvirtaka útlendingamál
Kári P. Højgaard er eisini nøgdur við avrikini higartil. Hann vísti á, at hóast vit hava eitt - minkandi – arbeiðsloysi, so vanta vit arbeiðsmegi á ávísum økjum.
- Vit hava eisini fingið eina nýggja byggilóg, sum tekur atlit av føroyskum viðurskiftum. Hetta er eitt mál, sum fleiri royndir hava verið gjørdar at fremja, og tí er tað at fegnast um, at tað nú er veruleiki, segði Kári P. Højgaard.
Eitt annað mál, sum verður arbeitt við, er yvirtøkan av útlendingamálum.
- Hetta er eitt mál, sum vit rokna við at yvirtaka í august komandi ár, sigur Kári P. Højgaard.
Eisini viðvíkjandi Skálafjarðartunlinum er ljós fyri framman.
- Eitt prospekt er gjørt og verður klárt at leggja fram um hálvan desember, segði Kári P. Højgaard, sum tó mátti staðfesta, at eingin kommunusamanlegging verður í hesum valskeiðinum.
- Men tað forðar tó ikki fyri, at øki kunnu leggjast út til kommunurnar, nú má tað bara gerast í einum kommunu samstarvi heldur enn í størri kommunueindum, segði Kári P. Højgaard.

Búskapurin
Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, segði, at størsta avbjóðingin hjá samgonguni er at fáa javnvág á fíggjarlógina í 2016.
- Okkara fremsta mál er at halda aftur í útreiðslunum soleiðis, at inntøkurnar kunnu koma upp á sama støði sum útreiðslurnar. Tað gera vit við at brúka sama krónutal í 2013 sum vit brúktu í 2012, segði Jørgen Niclasen.
Eitt av amboðunum er at økja um íløgurnar, fyri at skapa størri virksemi í landinum, men hetta slær ikki heilt ígjøgnum fyrr enn í 2013.
- Føroyingar hava firvunnið 300 milliónir krónur meira í ár, sammett við í fjør, og kommunurnar hava fingið munandi størri inntøkur. Eisini síggja vit eina økta inntøku í MVG, sjálvt um vit ikki reiðiliga eru komnir hartil, sum vit vilja verða, segði Jørgen Niclasen.
Hann segði, at hjólini eru farin at mala aftur, skattainntøkurnar fara at halda, og MVG-inntøkurnar eru øktar 10% í mun til í fjør.
- Vit hava higartil fingið 1166 milliónir krónur í MVG, og tað mangla 120 milliónir í, men árið er ikki farið enn, segði Jørgen Niclasen.
Hann heldur, at optimisman er farin at breiða seg í føroyingum aftur, og tað er eitt stig rætta vegin.