Avreiðingar á sama støði sum í fjør

Men, avreiðingarvirðið hevur verið størri í ár enn í fjør.

Avreiðingarnar av botnfiski eru áleið tað sama fyrstu sjey mánaðirnar í ár sum sama tíðarskeið í fjør.

 

- Nakað tað sama er av hýsu, 12% minni av upsa og lítil triðingur meira av toski er komin uppá land fyrstu sjey mánaðirnar. Av øðrum botnfiski kann nevnast, at nøgdin av longu er minkað lítlan fjóðring í ár í mun til í fjør.

 

Tað veit Hagstova Føroya at siga.

 

Avreiðingarvirðið er væl frægari enn í fjør. Serliga er tað toskurin, har virðið er vaksið 70% og svartkalvi, har virðið er vaksið 77%, ið hava fingið væl betri miðalprís í ár enn í fjør.

 

- Samlaða avreiðingarvirðið er vaksið 23% - ella góðar 102 miljónir krónur - í mun til sama tíðarskeið 2014, veit Hagstova Føroya at siga.