Avmarkingar skapa avleiðingar

- Bindingar skapa proforma. Hevur tú avmarkingar, fært tú eisini avleiðingar. Við verandi bindingum um, at fiskurin skal bjóðast út og seljast í Føroyum, sleppur marknaðurin ikki at endurspegla seg, sigur Olaf Olsen, reiðari og nevndarlimur í Fiskamarknaði Føroya

Uppboðssøla

Olaf Olsen, reiðari, hevur verið nevndarlimur í Fiskamarknaði Føroya, síðan marknaðurin sá dagsins ljós fyrst í nítiárunum. Hann hevur eisini verið nevndarformaður í felagnum í fleiri ár og eri framvegis í nevndini, nú Óli Jacobsen er nevndarformaður.
- Eg eri ikki so samdur við Árna Joensen, formanni í Ráfiskaseljarafelagnum, men taki hinvegin undir við tí, sum John Nielsen, stjóri á Fiskamarknaði Føroya, sigur um viðurskiftini.

Skapa proforma

Olaf sigur, at nevnd og leiðsla hava ongantíð ynskt
sonevndu proforma-sølurnar, sum vit dagliga hoyra um, men hesar eru tvingaðar inn á felagið við teimum politisku bindingunum, sum liggja á fiskasølu og fiskakeypi í Føroyum.
- Bindingar skapa proforma, tá ið lítið fæst fyri fiskin. Í stuttum kann sigast, at hevur tú avmarkingar, so fært tú eisini avleiðingar. Við verandi bindingum um, at fiskurin skal bjóðast út og seljast í Føroyum, sleppur marknaðurin ikki at endurspegla seg. Tí fært tú virðisbroytingar.
Reiðarin heldur, at samrøðan, sum Sosialurin hevði við Árna Joensen leygardagin, byggir ov nógv á forhonds-treytir, t.v.s. treytir, sum ikki eru galdandi í dag.
- Eg trúgvi ikki, tað verður nakað øðrvísi við eini nýggjari uppboðssølu, soleingi verandi bindingar eru á sølu og keypi av fiski.
Olaf sigur, at verða broytingar framdar, sum loyva útlendingum at bjóða uppá fiskin, sum boðin verður út í Føroyum, henda eisini broytingar við verandi uppboðssølu.
- Kemur ein nýggj uppboðssøla sum við færri bindingum fer at virka betur enn verandi, høvdu hesar broytingar eisini komið við Fiskamarkamarknaði Føroya.
Reiðarin heldur tí, at Árni tosar um viðurskifti, sum ikki eru galdandi í dag.
- Men verða hesi viðurskifti broytt, hava vit jú eina heilt aðra støðu og heilt aðrar møguleikar, leggur hann dent á.
Fáa vit tvær uppboðssølur, heldur Olaf, at vit neyvan fara at hava tvær uppboðssølur leingi, tí tá fer onnur helst at halda uppat aftur, áðrenn langt um líður.

Uttanlandssølur

Olaf Olsen heldur tað vera spell, at marknaðarprísirnir á upsavørum skulu vera so lágir.
- Tað er keðiligt, at tað ikki gongur betur hjá virkjunum. Men er gongdin trupul hjá virkjunum, er hon tað so sanniliga eisini hjá skipunum, sum serliga fáa so lítlan prís fyri upsa.
Reiðarin vísir á, at skipini klára seg ikki sum er.
- Eg haldi ikki, at úrslitið av beinleiðis sølum uttanlands, er serliga gott. Hetta er í hvussu er ikki tær royndir, vit hava. Okkara skip hava verið uttanlands nakrar ferðir, men tað er næstan ikki komið fyri, at hetta hevur loyst seg betur enn at leggja fiskin upp í Føroyum.
Hann vísir á, at prísirnir á marknaðunum uttanlands vanliga er ógvuliga skiftandi, og tað kostar so sanniliga eisini at landa og selja fiskin í øðrum landi.
- Vit missa fiskidagar, og haraftrat kostar tað at sigla, sigur hann.
Olaf Olsen sigur, at P/F Beta hevur ikki havt góðar royndir av at sigla av landinum við fiskinum.
- Tað hevur loyst seg betur hjá felagnum at lagt fiskin upp, koyrt hann í bingjur og sent hann av landinum, sigur reiðarin og nevndarlimurin í Fiskamarknaði Føroya.