Avmarka nú talið á ferðafólkum við skipum hjá Strandferðsluni

– Men Smyril sleppur at føra fleiri ferðafólk enn áður

Strandferðslan hevur nú sett upp aftur strangari reglur í verk fyri siglingina við ferðafólkaskipunum ímillum oyggjarnar.

Herfyri komu tilmæli frá myndugleikunum um at vit skuldu ikki savna okkum í størri bólkar enn í mesta lagi 100 fólk.

Tað fekk Strandferðsluna at skerja mest loyvda tal á ferðafólkum til 100 fólk við Smyrli, Teistanum og Sam – sum øll annars taka yvir 100 fólk. Øll hini skipini hava loyvi til eitt ferðafólkatal, sum er undir 100, og tí vórðu ongar avmarkingar settar í verk hvat teimum viðvíkur.

Men nú eru nýggj tilmæli komin frá myndugleikunum, og eftir teimum skulu halda okkum frá at savnast í bólkum yvirhøvur, men í hvussu so er skulu vit í mesta lagi vera 10 fólk saman.

Og tí hevur Strandferðslanviðgjørt støðuna av nýggjum og úrslitið av tí er, at nú eru upp aftur strangari reglur settar í verk.

Sum heild verður mælt frá at ferðast við almennari samferðslu, uttan tá ið tað er alneyðugt.

Men annars er avgjørt, at fyribils sleppa bara 80 ferðafólk við Teistanum, 50 ferðafólk sleppa við Ternuni, og við Rituni sleppa 35 ferðafólk.

Við Sildberanum sleppa bara 10 ferðafólk fyribils, og við spógvanum sleppa bara fýra fólk við hvønn túr.

Strandferðslan sigur, at nú sleppa 45 ferðafólk við Sam. Av teimum skulu 20 ferðafólk vera inni í salongini, og 25 ferðafólk kunnu í bilinum á biladekkinum.

Einasta skip, har ferðafólkatalið ikki verður skert, er við Smyrli. Sostatt sleppa framvegis 100 fólk við Smyrli, tí hann er so stórur, at tað ber til at spjaða tey runt, uttan at tey sita ov tætt saman. Men harafturat hevur Smyril fingið loyvi til at hava 25 ferðafólk í bilinum á biladekkinum undir sigling.

Tey, sum sita í bilinum undir sigling við Sam ella á Smyrli, kunnu, eitt nú, vera fólk, sum eru í vandabólki, ella fólk, sum hava sjúkueyðkenni.