Avloysarin hjá Nenad funnin

Arbeiðið við at rigga Formulaliðið hjá Skála til næsta kappingarár heldur fram. Nógv harmast um, at Nenad Stankovic valdi at skifta felag, men nú hevur Skála funnið ein avloysara. Talan er eisini um ein serba. Hann eitur Slavisa Kaplanovic. Á heimasíðuni hjá Skála Ítróttarfelag verður sagt, at tey vænta sær nógv av 1,90 metrar høga serbanum, sum er framrættaður miðvallari.
- Eg eri sannførdur um, at vit hava fingið ein fram úr góðan spælara til miðvøll okkara, og hann fer avgjørt at styrkja um lið okkara, sigur Dragan Kovacevic, venjari.