Avloysarin hjá Hermanni finnast

Setursráðið kemur saman seinast í januar mánaði fyri at finna evnini til nýggja formann í Búskaparráðnum. Umframt Hermann Oskarsson, hava Marner Jacobsen og Miriam Haraldsen eisini boðað frá, at tey ynskja ikki at halda fram í Búskaparráðnum

Síðan ársskiftið hevur umstrídda Búskaparráðið verið uttan nakran formann. Í fjørheyst boðaði Hermann Oskarsson frá, at hann ikki ynskti at halda fram í formansessinum, og tí skal nýggjur formaður finnast.
Tað er Setursráðið á Fróðskaparsetri Føroya, sum útnevnir evnini til formanssessin í Búskaparráðnum. Limirnir í Setursráðnum eru Jóan Pauli Joensen, setursrektari, Hans Pauli Joensen fyri Náttúruvísindadeildin, Turid Sigurðardóttir fyri Føroyamálsdeildina og Elin Súsanna Jacobsen fyri Søgu-og samfelagsdeildin.
Ætlanin er, at Setursráðið skal hittast seinast í januar mánaði, har endaliga útnevningin verður gjørd. Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hyggur síðani eftir tilmælinum frá Setursráðnum, og ger endaliga av, hvør skal veljast til nýggjan formann í Búskaparráðnum.
Tað er ikki bert Hermann Oskarsson, sum gevst í Búskaparráðnum. Stjórin á Føroya Sparikassa, Marner Jacobsen, og Miriam Haraldsen hava eisini valt at taka seg aftur, og tí skal Setursráðið eisini finna evnir í teirra stað.

Mynd: Seinast í januar mánaði kemur Setursráðið saman at finna evnir til formansessin í Búskaparráðnum, sum hevur verið tómur síðan ársskiftið, tá Hermann Oskarsson valdi at taka seg aftur.
Mynd: Savnsmynd