Avloysari funnin fyri Magna

Gunn Danielsen, cand. polit., er vald í Búskaparráðið í staðin fyri Magna Laksáfoss, sum fór úr ráðnum, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður í fíggjarmálum Landsstýrið hevur nú valt nýggjan lim í Búskaparráiðið. Tað er Gunn Danielsen, cand. polit., upplýsir heimasíðan hjá Fíggjarmálaráðnum.

Gunn Danielsen er vald í ráðið í staðin fyri Magna Laksáfoss, sum fór úr Búskaparráðnum, tá ið hann gjørdist landsstýrismaður í figgjarmálum.

Gunn Danielsen er vald í Búskaparráðið frá 1. september, og valskeiðið er fram til 31. desember 2008, tá ið allir limirnir standa fyri vali.

Manningin í Búskaparráðnum er nú Jørn Astrup Hansen, formaður, Kaj Johannesen og Gunn Danielsen, sum eru vald sambært grein 2a og harvið eru formansskapurin, og Rúna Hjelm, Zvonko Mrdalo, Elisabeth Eldevig Olsen og Durita Tausen.

Sambært grein 3 í lógini um búskaparráð skal ráðið minst eina ferð árliga greiða úr hondum frágreiðing um búskaparligu gongdina í Føroyum. Seinasta frágreiðingin varð kunngjørd í desember 2006.