?Tað er neyðugt, at eitt avloysaraskip fyri Smyril kemur beinleiðis á fíggjarlógina.
Hetta var ein niðurstøða á samferðslufundinum, sum Suðuroyar Kunningarstova skipaði fyri nú ein dagin herfyri.
Suðuroyar Kunningarstova hevði boðað umboðum yri øllum bý- og bygdaráðunum í Suðuroynni, umframt løgtingsmonnunum fyri Suðuroynna, til fundar at tosa um samferðsluviðurskiftini ímillum Havnina og Suðuroynna.
Fundurin er ein avleiðing av teimum ótryggu viðurskiftunum, sum ár eftir ár stinga seg upp, hvørja ferð, Smyril skal á beding til eftirlit- og tað er einaferð um árið.
Næstan hvørt á er heilt til tað síðsta stórt ivamál um, hvat skip fæst at røkja suðuroyarsiglingina ta tíðina, Smyril er í dokk.
Onkuntíð hevur Dúgvan siglt, men tað eru suðuroyingar so misnøgdir um, tí hon nøktar ikki tørvin, at Tvøroyrar Býráð hevur beinleiðis samtykt, at hon fær ikki keipláss á Tvøroyri.
Tað eina árið var tað í síðstu løtu, at Norrøna fekst at røkja siglingina. Og í ár hevur Strandferðslan leigað Claymore, sum verri enn so nøktar tørvin og sum tí eisini hevur elvt til misnøgd yvirhøvur- og ruðuleika inn ímillum.
Men á samferðslufundinum varð eisini tosað um framtíðar samferðsluna ímillum Suðuroynna og meginøkið.
Má á fíggjarlógina
Á samferðslufundinum var full semja um, at viðurskiftini í samband við árliga eftirlitið hjá Smyrli, eru als ikki nøktandi.
Tí heitti fundurin á løgtingsmenninar um at kanna møguleikarnar fyri at seta játtanina til eitt avloysaraskip fyuri Smyril beinleiðis á fíggjarlógina, tí so kundi ongin ivi vera um, at peningur var tøkur til endamálið. Og sostatt skuldi Strandferðslan ikki aftur komið í hesa støðuna, at eitt vælhóskandi hóskandi avloysaraskip glapp henni av hondum, tí hon hevði ikki ráð til at leiga tað.
?Farleiðin ímillum Suðuroynna og Havnina er landsvegurin hjá suðuroyingum til miðstaðarøkið. ? Og eins og onnur vegastrekki í landinum, eigur hetta ?vegastrekki? eisini var verða røkt og hildið á einum tryggum støði, var niðurstøðan á fundinum.
Á fundinum varð eisini ynski sett fram um, at fleiri túrar blivu við tyrluni ímillum Suðuroynna og Havnina.
Eitt nú varð tosað um at fáa túrin sunnumorgin aftur. Fyrr varð eisini flogið til Suðuroy sunnumorgnar, men hesin túrurin er nú avtikin.
Men fundurin fegnaðist eisini um, at skjøtil er settur á arbeiðið at útvega eitt nýtt skip fyri Smyril.
Og semja var um, at skipið, sum ætlanin er at byggja, og sum suðuroyingar vórðu kunnaðir um á almennum fundi í september í fjør, verður ein stórur bati.
Sostatt hava suðuroyingar slept kravinum um, at fáa tvíkilju at sigla ímillum Suðuroynna og Havnina.
Suðuroyingar hava havt umboð í nevndini, sum fyrireikar nýggjan Smyril og tann nevndin er nú samd við Strandferðsluni í, at eitt vanligt skip er tann besta loysnin, tí ein tvíkilja avlýsir ov nógvar ferðir fyri veður.
Á fundinum varð fullkomilig semja um, at nýggi Smyril skuldi vera álitið í ferðasambandinum ímillum Suðuroynna og Havnina.
Men alt, sum kundi koma afturat fyri at økja túratalið var kærkomið.
Og á tí økinum brutu suðuroyingar eitt tabu, sum teir hava hildið rættiliga fast um í fleiri ár. Og tað er tankin um at eisini at hava eitt skip at sigla ímillum Hvalba og Sandoynna afturat Smyrli.
Hesin tankin hevur verið bannlýstur í Suðuroynni, men á hesum fundinum vóru fleiri, eisini løgtingsmenn fyri Suðuroynna, sum nevndi hetta sum ein møguleika at fáa fleiri túrar. afturat Smyrli.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.
Henry favorittur til ?Golden Boot?
Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.
Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.
Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.










