Avlopskravið verður tað sama

Avlopskravið hjá Rúsuni verður helst eisini 17 milliónir krónur næsta ár.

Tað staðfesti Johan Dahl, landsstýrismaður í Vinnumálum, undir orðaskiftinum í løgtinginum seinnapartin. Sambært fíggjarlógaruppskotinum skal Rúsdrekkasølan aftur næsta ár hava 17 milliónir krónur í avlopi, og verður tað óbroytt, tá fíggjarlógin verður samtykt, skal Rúsan onkursvegna útvega 17 milliónir krónur.

Johan Dahl segði, at tað er meira rímiligt, at avlopskravið er 12 milliónir krónur, sum tað var fyrr.

Løgtingið feldi eisini uppskotið hjá Miðflokkinum, at Rúsdrekkasølan ikki skal hava søludeildar, har aðrir handlar eru, sum tildømis í Miðlon og SMS.

Fýra atkvøður vóru fyri, og 25 atkvøddu ímóti.