Fólk, sum eru avlamin, og tessvegna hava brúk fyri einum stórum avlamisbili, skulu ikki bløða fyri, at avgjaldið á bilum nú er lagt um.
Higartil hava vit rindað avgjald eftir, hvussu nógv bilurin vigaði. Men tey, sum hava brúk fyri serliga stórum avlamisbili tí hann skal hava lyftu, ella aðra útgerð, eru sloppin undan at rinda fult avgjald. Ístaðin hava tey bara goldið avgald av tí, sum svarar til ein vanligan bil.
Men nú skal avgjaldið ikki longur rindast eftir vekt, men eftir, hvussu illa bilurin dálkar. Men í hesum sambandi varð ikki lagt upp fyri tørvinum hjá summum avlamnum at hava brúk fyri stórum bili. Talan er ofta um størri dieselbilar, sum eru dýrir í umhvørvisgjaldi, men eftir nýggju lógini skuldu eisini avlamin rinda fult avgjald av bilinum.
Hetta hava bæði meginfelagið hjá teimum, ið bera brek, MBF, og Heilafelagið, víst sína ónøgd við.
Og hetta hevur landsstýrið nú tikið til eftirtektar. Í hesum sambandi fer Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, nú at at leggja uppskot fyri Løgtingið um at veita avlamnum stuðul til ávísar avlamisbilar.
Hetta merkir, at sama, hvussu stórur ein avlamisbilur er, skal eigarin ikki rinda hægri umhvørvisgjald av honum, enn tað verður goldið fyri ein vanligan bil.
Hinvegin verður stuðul ikki latin tá ið gamlir bilar, sum dálka illa, verða keyptir uttanlands. Tað verður eitt serligt avgjald upp á 2000 krónur og tað verður ikki stuðul latið til tað.
Ein orsøk til tað, er, at myndugleikarnir vilja ikki, at Føroyar skulu verða savningarstað fyri dálkandi bilar úr útlondum.