Avlýst - verður ikki hildin til

Hatta vóru ikki grindahvalir, men nísur

 

Fyri lítlari løtu síðani bórust tíðindini, at tað var grindaboð. Men hetta verður av ongum, tí talan var bara um ein nísuflokk.

Tað hevur alarmsentralurin boðað grindaformonnunum í økinum frá aftaná at hava hugt eftir nøkrum myndum av flokkinum.

Grindaformenninir vóru annars í dýrastu neyð, tí teir vistu ikki, hvar grindin skuldi haldast til. Ætlanin var av fyrstan tíð at reka hana á Fuglafjørð, men sambært grindaformanni har, so var einki fólk at taka ímóti henni, og grindaformenn eru ikki heima.

Tí varð umhugsað at heldur reka hana á Funningsfjørð ella till Klaksvíkar. Men - hetta er so alt avblást nú, tí tað var falskur alarmur.