Avlýsingar: Trygdarútgerðin umborð á Smyrli verður kannað

Hesa vikuna verður trygdarútgerðin umborð á Smyrli kannað, og í hesum sambandi eru tveir túrar avlýstir leygardagin

 

Hesa vikuna verður trygdarútgerðin umborð á Smyrli kannað, og í hesum sambandi vera serlig atlit tikin. Eftirlitið byrjaði í gjár, og longu í dag boðar Strandferðslan frá, at tveir túrar eru avlýstir leygardagin í sambandi við arbeiði uppá trygdarútgerð.

Talan er um fráferðirnar klokkan 16:00 úr Havn og klokkan 18:30 av Tvøroyri - hetta er sum sagt galdandi leygardagin 27. apríl

Samstundis sigur Strandferðslan, at mest loyvda talið av ferðandi umborð hvønn túr er 430 hesar dagarnar, meðan eftirlit er. Smyril tekur annars 800 ferðafólk, so um fleiri enn 430 ætla sær suður ella norður leygardagin, er best at vera í góðari tíð. Eftirlit av trygdarútgerð er í tíðarskeiðnum 23. apríl - 1. mai.