Tað verður eingin flúgving suður til heitari lond í summar. Leiðslan í Atlantsflogi hevur nevniliga gjørt av, at strika allar túrarnar í summar til Barcelona og til Mallorca. Annars var ætlanin at flúgva regluliga til Barcelona og Mallorca frá í mai til í september í ár, men nú er greitt, at tað verður av ongum, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantsflogi.
Men kortini eru onkrir glottar, tí Jóhanna á Bergi sigur, at tey hava vónir um at flúgva nakrar ferðir til franska høvuðsstaðin, París, í summar. Eftir upprunaligu ætlanini skuldu tey fara at flúgva upp á París í apríl, men tað verður ikki. Hinvegin vóna tey at kunna fara undir rutuna til París tann 29. juni.
Jóhanna á Bergi sigur, at í ár fara tey í mesta mun at flúgva tær styttru ruturnar, tað er flúgving upp á Billund, Keypmannahavn, Noreg, Ísland og seinni er eisini ætlanin at flúga nakrar túrar til Edinburgh. Fyribils hava tey gjørt av, at fara undur rutuna til Edinburgh í mai, men versnar støðan aftur, verður eisini tað útsett.
Stjórin í Atlantsflogi sigur, at eyðvitað er tað korona-farsóttin, sum leggur teimum fótonglar í vegin. Tey hava lagt eina langtíðarætlan, men korona-farsóttin ger, at tey verða noydd at endurskoða hana við stuttari ávaring.
Hon sigur, at myndugleikarnir í Spania hava boðað frá, at tað er ikki væntandi, at tey fara at taka ímóti ferðafólki í stórum tali í summar og tí hevur Atlantsflog gjørt av at avlýsa túrarnar til Mallorca og Barcelona.
– Annars eru tey farin at koppseta fyri koronu allastaðni, men tað ymiskt, hvussu væl tað gongur í teimum ymsu londunum, og tað er øll óvissan, sum hevur fingið okkum at taka eina avgerð um, at flúgvingin suður eftir, verður avlýst, sigur Jóhanna á Bergi.
Men eitt annað er so eisini tað, at tey hava ikki nakað serligt av bíleggingum til hesar ferðirnar. Ein avleiðing av óvissuni er nevniliga eisini, at føroyingar bíleggja ikki ferðir langt fram í tíðina, tí eingin veit, hvussu tað sær út um nakrar vikur, ella mánaðir.
– Fólk bíleggja ferðaseðlar við øgiliga stuttari ávaring og talan er í nógv mestan um um fólk, sum ferðast í arbeiðsørindum og í sjúkraørindum. Tað eru ómetaliga fá, sum bíleggja ferðir, tí tey fara at ferðast, sigur Jóhanna á Bergi.
Hinvegin ivast hon ikki í, at føroyingar fara aftur at ferðast, sum vant, so skjótt tað ber til.