Avhoyringin byrjar nú

Enn er ógreitt, um grundlógaravhoyringin av tí 68 ára skuldsetta, verður fyri afturlatnum hurðum ella ikki

Grundlógaravhoyringin av tí 68 ára gamla manninum, sum er skuldsettur fyri at hava dripið ein 61 ára gamlan mann í gjárkvøldið, skuldi eftir ætlan byrja klokkan 15.00

 

 

Ákærin, sum í hesum føri er fútin, er komin í Føroya Rætt, men enn er tann skuldsetti ikki møttur upp.

 

 

Enn er ógreitt, hvørt avhoyringin fer fram fyri afturlatnum hurðum ella ikki. 

 

 

Vanligt er, at avhoyringar fara fram fyri afturlatnum hurðum, tá møguliga fleiri fólk kunnu verða innblandað í málið og ikki bara skuldsetti persónurin.

 

 

Um so er, at avhoyringin henda seinnapartin fer fram fyri afturlatnum hurðum, kann tað eisini hava nakað at gera við, at donsku serfrøðingarnir, sum kom til Føroya í dag, ikki enn hava verið á gerningsstaðnum.