Kriminalpoliitið hevur í dag einki nýtt at siga um drápsmálið.
Leitingin í Eysturoynni heldur fram, og kriminapolitiið fæst við at avhoyra fólk og spyrja seg fyri hjá fólki á eystara arminum á Skálafjørðinum.
Sunnudagin boðaði kriminalpolitiið frá, at maðurin seinast varð sæddur hósdagin 3. november, men tað merkir ikki, at Piddi Hansen ikki kann vera sæddur leygardagin 5. november, sigur Bergleif Brimvík, leiðari fyri kriminalpolitiið.