Tann 46 ára gamla Anna Lindh tók við sum svenskur uttanríkisráðharri í 1998. Hon hevði eina sera greiða áskoðan á mong viðurskifti og smæddist heldur ikki fyri at kunna onnur um hugsjónir sínar. Tí bleiv hon ofta umrødd sum tann, ið skuldi taka við eftir Gøran Persson, bæði sum floksformaður og forsætisráðharri.
Mannarættindi vóru eitt av hennara stóru áhugamálum, og sum uttanríkisráðharri vildi hon hava ES at taka eina greiari støðu til mannarættindi í altjóða høpi.
Hon smæddist ikki fyri at gera vart við síni sjónarmið á altjóða politiska pallinum og var í so máta tann norðurlendska røddin fram um starvsfelagarnar í hinum Norðurlondunum. Í sambandi við Irak-kríggið lýsti hon einaferð amerikanska forsetan, George W. Bush, sum "tann einsamalla reiðmannin", og italski forsætisráðharrin, Silvio Berlusconi, fekk eisini onkra ákoyringina frá henni fyri sín politikk.
Nú sviar skulu á fólkaatkvøðu um evruna, gekk hon á odda í stríðnum fyri at fáa teir at siga ja.