Avhendanin av barnaskúlanum í Fuglafirði, ið ætlandi skuldi havt verið hin 2. november, er útsett í ein mánað.
Rúni Abrahamsen, byggileiðari, sigur við heimasíðuna hjá Fuglafjarðar kommunu, at tað eru ymisk viðurskiftir sum gera, at hann hevur mælt bygginevndini fyri skúlan til at útseta avhandingina, hóast arbeiðið gongur væl.
- Bæði bygginevnd og arbeiðstakarar hava tikið undir við tilmælinum, og verður avhendingin av barnaskúlanum hin 2. desember. Felagshøllin, ítróttarhøllin og tannlæknastovan verða avhendað hin 18. januar í komandi ári sum ætlað.
Á heimasíðuni verður lagt aftrat, at ein ætlan um 2. byggistig av skúlanum fyriliggur, og hetta byggistig verður, sum áður boðað frá, gjørt saman við Eysturkommunu, sum samstarvar við Fuglafjarðar kommunu um framhaldsskúlanum í Fuglafirði.











