Um B36 skal spæla europeiskan fótbólt næsta ár, so er neyðugt, at teir eru millum trý tey fremstu, tá landskappingin er at enda komin. Í løtuni eru trý stig upp til VB og B68, so møguleikin er avgjørt til staðar.
Tveir teir seinastu dystirnir hava verið ímóti tveimum teimum niðastu liðunum, og nú møta teir sandoyingum, sum eru á triðniðasta plássi. B36 hevur fingið fulla úrtøku móti teimum niðastu liðunum í ár, og einki talar fyri, at teir ikki fara vinna sunnudagin á B71.
B36 spældi hóskvøldið ímóti AB í UEFA Cup, og kanska situr tann dysturin enn í beinunum, men eingin ivi er um, at venjarin Pelle Anderson heldur hugsar um eitt gott úrslit í landskappingini enn dystin ímóti AB.
Hjá B36 er Egil Zachariassen ivasamur, men hann verður væntandi klárur. Jákup á Borg er farin niður til Danmarkar í skúla, men hann kemur heimaftur til dystin móti B71.
Hjá B71 eru eingi leikbann ella skaðar, so allir menn eru tøkir hjá sandoyingum, og tað er eisini alneyðugt, um eitt gott úrslit skal fáast í Havn sunnudagin.
Seinast hesi bæði liðini møttust, vunnu havnarmenn 2-1, men tað var ein tepur sigur í einum tøttum dysti, har B36 als ikki var sannførandi. Tað er tó stórur munur á at spæla á Sandi og í Gundadali, og fyri B36 eigur hetta at vera ein avgreiðsluspurningur og trý stig fleiri í teirra jagstran av HB, VB og B68. Í B36 trúgva teir enn uppá meistaraheitið.