Avgjaldssteðgur

 

Fólkaflokkurin fer   ikki undir nøkrum umstøðum at  hækka, ella innføra nýggj gjøld.   Heldur ikki avgjald á brennievnið.     


Avgjøld av øllum handa slagi hava eyðkent sitandi samgongu. Kreativitetinum hevur ikki feilað  nakað, tá tað hevur snúð seg um at uppfinna nýggj avgjøld og hækka verandi. 


Fólkaflokkurin sigur kortanei til fleiri avgjøld. Fólkaflokkurin vil  minka, ella avtaka gjøld, sum sitandi samgonga hevur lagt á skattgjaldaran.   


Í sannari avgjaldsøði hevur henda samgongan uppfunnið avgjøld av  øllum handaslagi. Henda øðin skal steðgast. 


Nú skal borgarin, familjan,  einstaklingurin, skattgjaldarin í fokus heldur enn landskassin.



Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

valevni fólkafloksins