Prísirnir á olju og bensini eru rættiliga farnir til himmals í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Men greinarar stúra fyri, at tað verður nógv verri enn. Sum vit skrivaðu í áðni, heldur Erhard Joensen, formaður í fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, at nú nærkast vit teirri støðu, har politiski myndugleikin má umhugsa at lækka avgjøldini til landskassan.
Les meiri her: Hetta er ein stórur trupulleiki fyri okkum øll
Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hetta er ein spurningur, hann hugsar nógv um. Men hann sigur, at enn er eingin støða tikin til, hvat skal gerast. Hann sigur, at stóri trupulleikin er, at eingin veit, hvussu leingi hetta stendur við, ella hvussu støðan verður. So hóast hann fylgir við støðuni, er hann ikki komin har til, at nøkur støða er tikin.
Men umframt, at landskassin hevur stórar inntøkur av avgjøldum upp á olju og bensin, hevur Løgtingið eisini eitt uppskot til viðgerar frá undanfarna landsstýrismanni í fíggjarmálum, Jørgeni Niclasen, um at hækka avgjøldini á bensini og diesel 13 oyru afturat fyri liturin.
Men síðani uppskotið varð lagt fram, eru prísirnir munandi hækkaðir. Og Uni Rasmussen væntar ikki, at Løgtingið fer at samtykkja tað, soleiðis sum støðan er nú.